Tað ger Sjúrður Skaale, valevni fyri flokkin, púra greitt.
Politiskir viðmerkjarar vænta, við ávísum fyrivarni, at Sambandsflokkurin og Tjóðveldi fáa fólkatingssessirnar í kvøld.
Tað hevði verið størsta framlopið í føroyskari søgu, um Javnaðarflokkurin fær ein fólkatingssess í kvøld, heldur Sjúrður Skaale.
- Javnaðarflokkurin fekk 12,8 prosent í veljarakanning í januar í ár, men tað hevur verið framburður, síðani flokkurin skifti formann. Vit vita, at mótbrekkan er sera tung. Talan er um størstu sensatiónina í føroyskari søgu nakrantíð, eydnast tað at vera næststørsti flokkur í kvøld. Tað hevði verið fantastiskt, um tað bar á mál. Føroyska fótbóltslandsliðið var nær við at vinna á Italia, og vit vita, at Javnaðarflokkurin kann vinna á Kaj Leo Johannesen ella Høgna Hoydal í kvøld, tað er púra greitt, sigur Sjúrður Skaale, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
Hann hevur verið á fólkatingið fyrr. Tað var sum umboð fyri Tjóðveldi, og varamaður fyri Høgna Hoydal, í 2008. Eitt starv, honum dámdi sera væl.
- Tú sleppur undan partapolitiska boksidystinum, og eingin roynir at seta fót fyri tær. Tú fær ofta lítið av skafti sum løgtingsmaður efter sjey døgum, serliga orsakað av hesum boksidystunum, men tað er øðrvísi á Fólkatingi. Har fær tú nógv frá hondini, tí eingin vil seta kílar í títt arbeiði, sigur Sjúrður Skaale, valevni fyri Javnaðarflokkin.