Býta vit føroysku flokkarnar upp eftir eginogn sambært roknskapi floksins, so er Javnaðarflokkurin so nógv tann ríkasti flokkurin. Eginognin hjá Javnaðarflokkinum er upp á 7,2 milliónir krónur.
Næstríkasti flokkur er Fólkaflokkurin, hvørs eginogn er 3,3 milliónir krónur. Síðani kemur Tjóðveldi, sum hevur eina eginogn upp á 1,2 milliónir krónur. Síðani Sambandsflokkurin við 1 millión krónum í eginogn, Miðflokkurin við 651.000 krónum í eginogn, Sjálvstýri við 531.000 krónum í eginogn og Framsókn sum einasti flokkur við negativari eginogn. Hon er minus 52.000 krónur.
Her eru nøkur lykaltøl fyri flokkarnar:
Javnaðarflokkurin:
Nettosøla: 1.132.000 krónur
Starvsfólkakostnaður: 349.000 krónur
Ársúrslit: 517.000 krónur
Tøkur peningur: 1.875.000 krónur
Eginpeningur 7.215.000 krónur
Fólkaflokkurin
Nettosøla: 1.031.000 krónur
Starvsfólkakostnaður: 0 krónur
Ársúrslit: 703.000 krónur
Tøkur peningur 1.948.000 krónur
Eginpeningur 3.265.000 krónur
Tjóðveldi:
Nettosøla: 903.000 krónur
Starvsfólkakostnaður: 0 krónur
Ársúrslit: 229.000 krónur
Tøkur peningur: 1.244.000 krónur
Eginpeningur 1.204.000 krónur
Sambandsflokkurin:
Nettosøla: 1.398.000 krónur
Starvsfólkakostnaður: 520.000 krónur
Ársúrslit 311.000 krónur
Tøkur peningur: 1.000.000 krónur
Eginpeningur 1.014.000 krónur
Miðflokkurin:
Nettosøla: 391.000 krónur
Starvsfólkakostnaður: 0 krónur
Ársúrslit: 236.000 krónur
Tøkur peningur: 651.000 krónur
Eginpenignur: 651.000 krónur
Sjálvstýri:
Nettosøla: 342.000 krónur
Starvsfólkakostnaður: 50.000 krónur
Ársúrslit: 194.000 krónur
Tøkur peningur: 533.000 krónur
Eginpeningur: 531.000 krónur
Framsókn:
Nettosøla: 441.000 krónur
Starvsfólkakostnaður 2.000 krónur
Ársúrslit: 273.000 krónur
Tøkur peningur: 111.000 krónur
Eginpeningur: –52.000 krónur