Javnaðarflokkurin gongur ímóti sínum egna formanni

Í yvirlýsing ger tingmanningin hjá Javnaðarflokkinum greitt, at hon ikki tekur undir við pensjónsreforminum hjá teirra egna formanni og fíggjarmálaráðharra, Jóannes Eidesgaard

”Vit taka ikki undir við, at pensjónsaldurin verður hækkaður, og at motroknað verður í fólkapensjónini frá fyrst tjentu krónu afturat pensjónini”. sigur tingmanning Javnaðarfloksins í yvirlýsingini

 

Hetta kann undra, tí talan er júst um broytingar, sum Jóannes Eidesgaard, formaður Javvnaðarfloksins, hevur boðað frá í Ólavsøkupakkanum, at hann ætlar at fremja.

 

Pensjónsreformurin hjá Jóannesi

Sjálvur eri eg sera kritiskur mótvegis nógvum av tí, sum ætlanin er at fremja í pensjónsreforminum hjá Jóannesi Eidesgaard, m.a. hækkaðum pensjónsaldri og mótrokning frá fyrst tjentu krónu hjá pensjonistum. Havi tó enn ikki havt møguleika at luttikið í politisku viðgerðini av sjálvum innihaldinum í pensjónsreforminum. Kemur uppskotið hinvegin til viðgerðar í Løgtinginum, soleiðis sum boðað er frá, fari eg sjálvsagt at gera mína ávirkan galdandi, fyri at fáa rættað teir skeivleikar, sum eftir mínum tykki eru í uppskotinum. Tí hetta er ikki tíðin at knokkroyta pensjonistar og aðrar veikar bólkar í samfelagnum. Tvørturímóti!!

 

Tað hevur undrað fleiri enn meg, at Javnaðarflokkurin kann hava tikið undir við slíkari skipan, sum formaður floksins hevur lagt upp til, bæði í løglistanum til Ólavsøkurøðu løgmans og í Ólavsøkupakkanum.

 

At Javnaðarflokkurin nú, tá ið almenningurin er farin at gera vart við seg leggur sjógv ímillum seg og uppskotið við at flyta ábyrgdina yvir á embætisfólk og onnur í politisku skipanini, er átaluvert og lítið álitisvekjandi.

 

Fyritíðarpensiónir

Mótrokningin frá fyrst tjentu krónu hjá fyritíðarpensjonistum verður eisini nevnd í omanfyrinevndu yvirlýsing. Tað uppskotið ber somuleiðis brá av einum yvirskipaðum politiskum leisti, sum liggur til grund fyri pensjónsreformin hjá fíggjarmálaráðharranum og harvið Javnaðarflokkinum.

 

Fari at mæla Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu frá at fylgja hesum mótrokningarleisti hjá Javnaðarflokkinum, taka uppskotið um mótrokning í fyritíðarpensjónini aftur og heldur fylgja sínum egnu ætlanum á økinum.