Tað mann vera sjáldan áður, at so stórur áhugi er fyri einum eykalandsfundi hjá Javnaðarflokkinum, sum tað er fyri fundinum, tey halda í Norðurlandahúsinum í dag. Tað sást beinanvegin, koyrt varð inn á økið við Norðurlandahúsinum tí har gingu tveir parkeringsvørðar og leiddu bilarnar hagar, teir skuldu parkera.
Og hóast fundurin ikki byrjaði við morgunmati fyrrenn klokkan 9.30, var longu heilt nógv fólk komið væl áðrenn tað vita tey, sum eru von at vera á politiskum landsfundum, at hetta er heilt óvanligt og parkeringsvørðum hevur neyvan verið brúk fyri áður.
Fólk eru komin úr øllum landinum, longsta teinin at ferðast hava suðuroyingar havt, tí teir máttu av oynni longu í gjárkvøldið, men tað hevur ikki forða teimum í at møta mannsterk.
Men tað er eisini nakað heilt serstakt á skránni á fundinum í dag, tí nú skal nýggjur formaður veljast fyri Jóannes Eidesgaard, sum hevur gjørt av at mynstra av.
Tá ið fundurin byrjar, fer Jóannes Eidesgaard fyrst orðið at biðja farvæl og so er orðið frítt, at floksumboð úr øllum landinum fáa høvi at siga sína hugsan og uttan iva fara tey at takka honum fyri drúgva og trúgva tænastu.
Eftir ein døgverðasteðg er sjálvt formansvalið á skránni klokkan eitt og klokkan 13.45 fær nývaldi formaðurin orðið.
Síðani er aftur kjak á skránni og klokkan 15.30 er ætlanin at enda.
Eftir tí, sum er komið fram, hevur Aksel V. Johannesen tryggja sær stóran meiriluta fyri at verða nýggjru formaður, meneisini Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og John Johannessen hava verið í uppskoti.
Á myndini er fráfarandi formaðurin, Jóannes Eidesgaard og ein av teimum, sum hevur bjóðað seg fram at taka við eftir hann í samrøðu við javnaðarfólk úr Vágum.