Javnaðarflokkurin skal bretta upp ermar

At Javnaðarflokkurin og samgongan brúka kreftir upp á eina grein 25 nevnd um stjórnarskipan í hesum tíðum, har tað búskaparliga brýtur í bæði borð, er púra ábyrgdarleyst, og svarar til at fara at tosa um hvønn lit húsini skulu málast, meðan øll tromin stendur í ljósum loga. Tað skrivar Thomas Arabo, fyrrverandi løgtingsmaður og landsstýrismaður hjá Javnaðarflokkinum, í skrivi sent fjølmiðlunum.

Hann heldur, at tað tykist viðhvørt sum um, at politikarar, sum fara í Tinganes, gloyma, at almenna skipanin er til fyri borgaran og ikki øvugt. Um vanligi føroyingurin heldur, at hann fær ov lítið burtur úr almennu skipanini og almennu umsitingini, sum hon er uppbygd í dag, so nyttar tað ikki hjá landstýrisfólki at spyrja umsitingina, hvat hon sjálv heldur.

- Tað fellir mær nógv fyri bróstið, at mínir floksfelagar í samgonguni ikki taka almennu umsitingina upp á tungu við einum orði, tá tosað verður um sparingar og skatting. Tað mátti verið fremsta uppgávan hjá Javnaðarflokkinum at kanalisera so nógvar pengar sum gjørligt út til tey sum tørva teir við heimahjálp, sjúkrarøkt og ikki minst út í skúlaverkið, skrivar hann.

Hann heldur, at uppgávan hjá Javnaðarflokkinum er at bretta upp ermar og fara til arbeiðis og gera veruligar rakstrarsparingar úr erva í tí almenna, og ikki brúka tann víðagitna plenuklipparan, sum bara vísir vantandi rygg og onga raðfesting.