Var val í dag, hevði Javnaðarflokkurin ligið stórtap. Bara í 1994, 1932 og 1928 hevur flokkurin havt verri úrslit
Sambært veljarakanning, sum útvarpið kunngjørdi á middegi, so er Javnaðarflokkurin størsti taparin og Tjóðveldi størsti vinnarin. Um tað er lásastríðið í Tinganesi, sum er orsøkin, skal vera ósagt, men í øllum førum má Jóannes Eidesgaard og Javnaðarflokkurin leggja rygg til eitt tað vánaligasta úrslitið í Javnaðarfloksins søgu. Síðani flokkurin fyrstu ferð kom á ting í 1928, hevur hann bara havt verri úrsliti tríggjar ferðir: í 1928, í 1932 og í 1994.
Tjóðveldi kann hinvegin enn einaferð leggja rygg til úrslitið sum størsti flokkur, tó at kanningar fyrr hava givið Tjóðveldinum við Høgna Hoydal á odda frægari úrslit.
Kanningin hjá útvarpinum sær soleiðis út:
Fólkaflokkurin: Kanning feb. 2009: 18,6% og 6 tinglimir
Val jan. 2008: 20,1% og 7 tinglimir (-1,5% og -1 tingmann)
Sambandsflokkurin:
Kanning feb. 2009: 24,1% og 7 tinglimir
Val jan. 2008: 21,0% og 8 tinglimir (+3,1% og +1 tingmann)
Javnaðarflokkurin:
Kanning feb. 2009: 16,3% og 5 tinglimir
Val jan. 2008: 19,3% og 6 tinglimir (-3,1% og -1 tingmann)
Sjálvstýrisflokkurin:
Kanning feb. 2009: 7,3% og 2 tinglimir
Val jan. 2008: 7,2% og 2 tinglimir (+0,1%)
Tjóðveldisflokkurin:
Kanning feb. 2009: 24,7 % og 9 tinglimir
Val jan. 2008: 23,3 % og 8 tinglimir (+1,4% og +1 tingmann)
Miðflokkurin:
Kanning feb. 2009: 8,7% og 3 tinglimir
Val jan. 2008: 8,4 % (+0,3%)
Miðnámsflokkurin:
Kanning feb. 2009: 0,3% og ongan tinglim
Val jan. 2008: 0,7 % (-0,4%)