Javnaðarflokkurin tekur uppskotið um stuðul til Smyril Line aftur

Javnaðarflokkurin hevur í dag heitt á løgtingsformannin um at taka aftur uppskotið um at seta 25 milliónir í partapeningi í Smyril Line

 

Soljóðandi skriv er í dag sent løgtingsformanninum:

Finnbogi Ísakson

løgtingsformaður

Erling Jalsgøta 6

Postbox 208

FO 110 Tórshavn

Viðvíkjandi partapeningi í P/f Smyril Line

20. februar 2001 hevur P/f Smyril Line lagt fram nýtt ?Budgett 2000 ? 2007 í samband við bygging av nýggjari ferju til ferða- og farmaflutning.?

Í hesum verða nýggjar metingar gjørdar av ætlanini, og hesar gera, at málið als ikki er búgvið til støðutakan.

Tískil heitir Javnaðarflokkurin á løgtingsformannin um at málini nr. 59 Uppskot til løgtingslóg um at seta partapening í P/F Smyril Line og 1-8 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2001 verða tikin aftur.

Á Gamla Apoteki, 23. februar 2001

Føroya Javnaðarflokkur