Javnaðarflokkurin velur evruna sum valuta!

Birgir Mohr
Sandi
Størsta mistak, sum vit føroyingar kundu gjørt, var at valt sjálvstøðugan føroyskan valuta ? føroyska krónu, sum Miðflokkurin ætlar tað, tí tað gjørdi Ísland.
Rokningina fyri tað mistakið hevur íslendska fólkið goldið í dýrum, og fleiri ferðir vórðu nullini strikað, fyri at íslendska krónan kundi vera ein króna.
Hetta kostaði íslendingum nógv. Tað tók 40 ár at fóta sær búskaparliga, og fleiri generatiónir av íslendingum fóru í grøvina fátækir, hóast tey høvdu livað eitt virkið, langt og skilagott lív.
Tann avgerðin hevur einki at gera við búskaparliga viðvindin hjá okkara brøðratjóð fyri norð-vestan í dag, og helst fer eisini Ísland sum frá líður yvir til evruna.
Vit føroyingar hava eitt at gera, um Danmark fer frá donsku krónuna til evruna, og tað er at vit gera tað sama. Tað er tó ein møguleiki fyri, at vit kanska skuldu farið yvir til evruna undan dønum, um hini norðurlondini gera tað og Stóra Bretland eisini.
Men ong føroyska krónu, tað tænir ongum endamáli. Tað siga vit í Javnaðarflokkinum. Gott val!
Veljið Javnaðarflokkin.