Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Magnus Tausen, er sera ónøgdur við tær sparingar, sum Mentamálaráðið hevur sett út í kortið. Nýggja innskrivingarskipanin hevur við sær, at talið á næmingum í hvørjum flokki fer upp um teir 24 næmingarnar, sum Fólkaskúlalógin ásetur sum loft í hvørjum flokki.
- Mentamálaráðið, sum umsitur fólkaskúlan, er rættiliga avsporað í hesum málinum. Ráðið velur við hesi avgerðini at gera sparingar á teimum skúlum, sum frammanundan koyra við tí mesta rationella rakstrinum. Og tað er ikki rætt, sigur Magnus Tausen.
Formaðurin í Føroya Lærarafelag vísir á, at við hesi sparingini, verða tað einans skúlarnir í Havn og Klaksvík, ið koma at líða undir, við tað at næmingatalið verður trýst upp á 26 næmingar í hvørjum flokki. Smærru skúlarnir úti um landið verða ikki raktir á sama hátt, tí har eru flokkarnir ikki so stórir.
- Vit saknað at vera eftirspurd í hesum málinum. Hendan avgerðin er ikki í tráð við fólkaskúlalógina, sum áleggur skúlunum ikki at hava fleiri enn 24 næmingar í hvørjum flokki.
Fýra ólógligir flokkar
Hann leggur afturat, at júst í ár, við tað at skúlin við Løgmannabreyt í Havn er tikin í brúk, er møguleiki fyri at fáa luft í trongu flokshølunum. Nú er møguleiki fyri at fáa næmingatalið niður á 15-18 næmingar í hvønn flokk, sum eisini verður mett at vera tað optimala fyri lærarar og næmingar. Í løtuni eru 220 næmingar í 1. flokki býttir í 13 flokkar í Tórshavnar kommunu. Í uppskotinum hjá Mentamálaráðnum, skulu einstakir næmingar flytast úr skúlum, tey hava ynskt at gingið í, fyri at fylla ein flokk í øðrum skúla. Í uppskotinum eru tað bert tríggir flokkar, ið halda seg undir 24 næmingar. Sostatt verður lógin brotin í fýra førum, har næmingatalið fer upp á 25 og 26 næmingar í hvørjum flokki.
Harafturat er tað ógreitt fyri Føroya Lærarafelag hvør raðfylgjan er í hesum málinum, nú játtanir til skúlar vera gjørdar út frá innskrivingini, og ikki eftir tí, sum krevst fyri at reka ein skúla.
- Nú fara vit at fylgja við tølunum fyri innskrivingina av næmingum, og vit fara at fylgja hesum málinum upp. Hetta er eitt álvarsligt mál, sum ikki bøtir uppá støðuna hjá hvørki næmingum ella lærarum, sigur Magnus Tausen, formaður í Lærarafelagnum.
Í næstum fer Lærarafelagið at samskifta við Mentamálaráðið um málið. Lærarafelagið hevur saknað at verið eftirspurt í hesum spariætlanum, og var tað rætt, var hetta málið lagt fyri eitt fólkaskúlaráð, áðrenn tað kom so langt, sum hetta.
- Vit fara ikki at sleppa hesum málinum, sum vit meta vera sera týdningarmikið. Hetta ørkymlar bæði foreldur og lærarar, sigur Magnus Tausen.