ESSAY:
Tað er framvegis munur millum lønina hjá kvinnum og monnum, eisini hóast tey gera sama arbeiði ella hava arbeiði, ið kann samanberast. Tað tykist sjálvsagt, at kvinnur og menn fáa somu løn fyri sama arbeiði – javnløn. Men tað er eingin sjálvfylgja. Tølini sveiggja nakað uttanlands, men kvinnur á arbeiðsmarknaðinum sum heild tjena runt roknað millum 12 og 20% minni enn mannligur starvsfelagarnir, vísir danski Socialgranskingarstovnurin á.
Fyribrigdið er ikki granskað her heima, men er tað í stóran mun í londunum rundan um okkum, og úrslitini eru greið: lønin er ikki jøvn kynjanna millum. Eingin orsøk er at halda, at hetta er øðrvísi hjá okkum, eins og Javnstøðunevndin á síni heimasíðu vísir á, at lønarmunur er. Hetta má metast sum ein demokratiskur trupulleiki, tí í einum demokratii áttu vit at handfarið øll eins, og tað gera vit ikki, um kvinnur og menn fáa ójavna løn fyri sama arbeiði.
Í § 4 í javnstøðulógini er ásett, at “Arbeiðsgevari skal veita kvinnum og monnum eins løn og ágóða annars fyri sama arbeiði. Hetta er eisini galdandi fyri arbeiði, ið verður mett at hava sama virði.” Víðari er ásett, at “Løntakari, ið ikki fær eins løn og/ella ágóða sambært 1. stk., skal hava útgoldið munin og/ella veitast sama ágóða.” Jú takk, men hvussu finna vit fram til ‘eins løn’?
Heldur sex enn løn
Vanliga gerst tað kvirt sum í grøvini millum tínar starvsfelagar ella vinfólk, um onkur fer at tosa um løn. Løn og bein ella frynsagóðar verða nevniliga hildin at vera ósømiligt at tosa um. Fólk vilja enntá heldur tosa um sítt kynslív enn um sína løn. Flest okkara kunnu helst semjast um, at kynslív eigur at vera verandi privat í friði; og at fara at spyrja fólk, hvat tey tjena, halda flest okkara eisini vera at hava rættiliga vánaligt pli. Trupulleikin er bara, at vit kvinnur eftir øllum at døma lumpa okkum sjálvar við at varðveita lønir okkara sum dulsmál og at góðtaka, at lønin hjá síðumanninum eisini er tað. Donsk gransking vísir, at tað er vanligur arbeiðsgevarahugburður, at løn er eitt mál millum arbeiðsgevara og hvørt einstakt starvsfólk. Hesum hevur arbeiðsgevarin ein greiðan áhuga í, tí tá er nógv einfaldari hjá honum at stýra lønarskipanina á arbeiðsplássinum, við tað at hann er tann einasti, sum hevur yvirlit yvir hana. Men tú og starvsfelagar tínir hava ein áhuga í, at lønarásetingin fer fram á ein gjøgnumskygdari hátt.
Opinleiki neyðugur
Ilt er at siga, um tabuið er arbeiðsgevaraskapt, ella um tað er okkara mentan annars, sum er orsøkin. Men vit kunnu við røttum seta spurnartekin við, um lønartabu á fyritøkum er úttrykk fyri vánaligari leiðslu. Tí um starvsfólk ikki vita ella kunnu gjøgnumskoða, hvørja atferð fyritøkan tilgóðarsær ella ikki dámar, kann tað vera trupult at vita, hvussu tú skalt bera teg at, fyri at fáa somu løn sum síðumaðurin.
Kjak um ójavnlønina kundi verið eitt týðandi fet móti javnløn. Evnið kann ikki sigast at hava verið viðgjørt í nevnandi mun hvørki av fjølmiðlum ella fakfeløgum alment, ið hvussu er. Men kjak aleina er valla nóg mikið. Tá vit á mongum arbeiðsplássum hava ein so afturlatnan lønarpolitikk, er tað trupult at krevja sín rætt, tí tú veitst ikki, hvat tínir starvsfelagar tjena. Tess meiri opinleiki um lønina, tess betri. Verður lønin hildin loynilig, er tað ógjørligt at kjakast um førleika og dugnaskap.
Í Svøríki er javnlønarlógin herd. Arbeiðsgevarar skulu lata fakligum felagsskapum neyðugar upplýsingar, so hesir kunnu greina lønarviðurskifti og gera virksemisætlanir fyri javnløn. Fyritøkurnar skulu eisini árliga kortleggja útbreiðsluna av lønarmunum millum kvinnur og menn innan fyri tey einstøku arbeiðsøkini og millum ymsar bólkar av starvsfólkum í fyritøkuni. Har skal gerast ein samlað meting av teim krøvum, sum arbeiðið setur, út frá kriterium sum vitan, førleika, ábyrgd og innsatsi. Og fyritøkur skulu árliga gera eina ætlan fyri javnstøðu.
Er tað so einfalt?
Helst eru fleiri orsøkir til, at javnløn ikki er veruleiki. Ofta verður havt á lofti, at tá menn og kvinnur sjálvi samráðast um sína løn, biður maðurin ofta um meiri enn kvinnan við sama førleika. Er hann so óbeskeðin ella hon ov eyðmjúk?
Á arbeiðsplássum, har lønin lættliga kann slást upp í sáttmála, er lutfalsliga einfalt at gera av, um javnløn valdar. Øðrvísi er, har sáttmálarnir eisini hava viðbøtur, har starvsfólk samráðast um lønina ella har avriksløn verður latin. Her má roknast og greinast meiri fyri at gera av javnløn.
Frá danska Sosialgranskingarstovninum verður víst á, at tann lættasti vegurin til javnløn helst er um menn seta fram krav um barnsburðarfarloyvi og familjuvinarlig arbeiðspláss, og at kvinnur fara eftir traditionellu mannfólkastørvunum. Tað vísir seg, at kvinnur oftari enn menn hava størv, sum tilgóðarsíggja familjulív við føstum arbeiðstíðum og møguleika fyri frí til barnsins fyrsta sjúkradag. Menn harafturímóti fara eftir størvum, sum krevja longri arbeiðstíð og meira arbeiðsgevaravinarligan flexibilitet, altso møguleika fyri at arbeiða eftir at barnagarðar eru afturlatnir.
Javnløn dregur væl útbúnar kvinnur
Í eini tíð, har kappingin um væl úbúnu arbeiðsmegina er hørð, hevur stríðið fyri javnløn fingið nýggja megi. Ein nýggj granskingarverkætlan frá Handilsháskúlanum og Aarhus Universiteti, hevur fyri fyrstu ferð skjalprógvað, at ein fyritøka, sum fokuserar upp á javnstøðu og javnløn, dregur og fastheldur fleiri væl útbúnar kvinnur enn aðrar fyritøkur. Niðurstøðan er, at væl útbúnu kvinnurnar vilja arbeiða, har tær verða viðfarnar ‘fair’, og tað merkir millum annað, at tú vilt hava somu møguleikar fyri framflyting og somu løn sum menninir. Víðari verður víst á, at tá tú bøtir um javnstøðuna á arbeiðsplássinum, gerst arbeiðsumhvørvið og mentanin betri. Hetta hevur sum frá líður stóran týdning fyri fyritøkuna og hennara umdømi, tá tørvur er á væl útbúnu arbeiðsmegini, sum kvinnurnar gerast ein alsamt størri partur av. Harumframt hevur javnlønarpolitikkurin í roynd og veru eisini stóran týdning fyri effektivitetin hjá fyritøkuni, við tað at politikkurin fremur, at best kvalifiseraðu persónarnir eru í størvunum.
Keldur:
Ligeløn motiverer kvinderne, www.abs.dk 07.01.2008
Henriksen, Mona: Løn – et større tabu end sex, www.finans.tv.3.dk 04.01.2008
Outzen-Jensen, Morten: Køn bestemmer ikke løn, www.sondagsavisen.dk 2005
Wessel, Lene: Kvindeløn sakker agterud, 9. feb. 2001
Nyborg, Gerd: Tavshed og tabu hindrer reel ligeløn, www.hk.dk 13.12.2001
www.javnratt.fo 26.02.2008
www.sfi.dk/sw764.asp 26.02.2008