Javnleikirnir mugu burtur

Hóast KÍ vardi væl, so gekst meira enn striltið at skora í fjør, og tað kostaði dýrt í seinasta enda



Hóast KÍ bara fýra ferðir noyddist av vøllinum sum taparar í fjør, so rakk hetta ikki til heiðursmerki. Eitt pláss sum nummar fýra á talvuni, vildi kanska verið nóg mikið hjá nógvum øðrum, men ikki hjá kræsnu klaksvíkingunum. Ikki minst tá felagið á sjálvum 100-ára føðingardagsárinum varð yvirhálað av HB, sum nú kann kalla seg mest vinnandi felagið í Føroyskum fótbólti.
Fremsta orsøkin til hetta vóru allir javnleikirnir, sum liðnum var fyri. Ikki færri enn átta ferðir var talan um javnstøðu, tá KÍ var á vøllinum, og við trý-stiga skipanini, sum leikt verður eftir, kostaði hetta dýrt í samlaðu uppgerðini.
Viknað verja
Afturi á vøllinum hevði KÍ annars eina stinna verju, og við Jákupi Mikkelsen sum aftasta skansanum, fingu mótstøðuliðini sjáldan nakað burtur úr fyri KÍ-málinum. Men frammi á vøllinum stóð verri til. Oftani varð talan um stirvið uppspæl, og tá hópurin hartil sýntist nakað tunnur, tá tosast skal um málskjúttar, gjørdust klaksvíkingarnir heldur vandaleysir.
Í so máta tykist nógv vera viðvent í holuni í ár. Fyrstu venjingardystirnir hava í øllum førum borið boð um eitt offensivt innstillað KÍ-lið, har framrættaða spælið er bæði breitt og djúpt.
Hinvegin er verjuparturin kanska ikki heilt so sterkur longur. At Jákup Mikkelsen flutti til Havnar saman við skúlagongdini var sjálvandi ein smeitur, og hóast Karsten Joensen er ein stinnur málverji, so røkkur hann ikki heilt upp móti fyrimyndini.
Spælið skal flytast
Lykilin hjá KÍ verður tí uttan iva, at spælið skal flytast longur niðan á vøllin. Við Heðin á Lakjuni og Hjalgrími Elttør aftur í hópinum, eru fortreytirnar fyri hesum eisini betraðar nakað. Og við Atla Danielsen sum krumtappinum á miðvøllinum hevur liðið eisini leikaran, sum kann taka arvin yvir eftir Joensen beiggjunum.
At Niclas Niclassen kortini ikki fór til B36 mundi eisini vera góð tíðindini hjá venjaranum. Partvíst tí hetta styrkir um verjuspælið - ikki minst í luftini ? og partvíst tí tað tá eisini verða betri ráð at senda Ova Nysted niðan í álopið, um dysturin krevur tað.
Og til at stýra hesum hava klaksvíkingar framvegis Ove Flindt Bjerg. Hann telist uttan iva millum royndastu og snildastu venjararnar í landinum, og bara tað í sjálvum sær kann føra KÍ heilt langt.