Javnleikur í botninum

Í einum óvanliga málfátækum dysti býttu hoyvíkingar og kollfirðingar stigini sínamillum

Hondbóltur

Tað var møguleikin hjá botninum at sleppa leysur av sama, tá H71 og KÍF dystaðust í Hoyvíkarhøllini sunnudagin. Bert tvey stig høvdu liðini hvør í sínum lagi fingið til høldar undan hesum, og vóru tey tí jøvn í botninum. Og tað eru tey framvegis, kann hóskandi leggjast afturat.

Eingin Oros
Hoast støðuna niðarliga á talvuni, so hava bæði liðini megna at skotið hópin av málum higartil í kappingini, men dysturin sunnudagin var eitt stórt undantak í so máta.
Hjá gestunum var orsøkin serliga tann, at hvørki Damir Oros ella Regin Petersen vóru tøkir hendan dagin, og uttan tveir av bestu álopsmonnunum á liðnum skuldi tað alla tíðina gerast tungt.
Hoyvíkingarnir vóru nakað betri fyri í so máta, og leingi var eisini líkt til, at teir skuldu fáa stigini til høldar. Eitt skifti í seinna hálvleki høvdu teir eina 15-10 leiðslu, men so tóku kollfirðingar veruliga á. Spakuliga ótu teir seg alt meira inn á hovyíkingar, og tó at H71 royndi at svara aftur, so var hetta til fánýtis, tí leysir av mótstøðuni sluppu teir ikki.
Heilt til fánýtis var stríðið hjá H71 tó ikki. Javnleikurin merkir nevnliga, at teir fingu eitt stig afturat við sær í endaspælið, og sum støðan er í løtuni, so telir hetta stigið eisini fult.
Tað ger tað so eisini hjá KÍF, og nú tykist støðan eitt sindur bjartari hja báðum pørtum. Næsta mótstøðuliðið er heldur ikki meira enn tvey stig burturi, og so er spurningurin, hvørt liðini megna at leggja meira afturat úrtøkuni, tá tey komandi vikuskiftið spæla ímóti ávíkavist Kyndli og Neistanum.

Dysturin í tølum
H71-KÍF 17-17 (9-7)
Málskjúttar
H71: Halgri Dahl Olesen 8, Tróndur Vatnhamar 3, Niels Viggo Niclasen 3, Esbern Patursson 2, Johnny Durhuus 1
KÍF: Gert Hansen 7, Arnbjørn Hansen 4, Jónálvur Johannesen 2, Teitur Joensen 2(1), Petur Martin Poulsen 2
Brotskøst: H71 1, KÍF 3
Útvísingar: H71 9, KÍF 8
Diskvalifikatión: H71 1 (3X2 minuttir)
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum.