Hanus Sørensen hevur spælt sín fyrsta dyst fyri slovenska liðið, NK Celje.
Celje er á venjingarlegu í Kroatia, og Hanus var við frá dystarbyrjan, tá Celje í dag spældi venjingardyst móti Osijek, ið er fjórðfremst í bestu kroatisku fótbóltsdeildini.
Dysturin endaði við javnleiki 2-2. Celje var aftanfyri bæði 0-1 og 1-2, men megnaði báðu ferðirnar at svara aftur.
Komandi leygardag spælir Celje venjingardyst á heimavølli móti bosniska liðnum, Siroki Brijeg.
Kappingin í bestu slovensku deildini verður tikin uppaftur 1. februar.
##med2##