Javnleikur í grannauppgerðini

Kyndils-kvinnurnar vístu í dag, at tær ikki hava ætlanir um at lata bláu grannarnar strúka einsamallar avstað

Kyndil-Neistin 15-15 (7-9)

 

FM-finalistarnir frá í fjør, Kyndil og Neistin, spældu í dag fyrstu grannauppgerðina hetta kappingarárið, og dysturin prógvaði, at talan er um sera javna kapping í vetur.

 

Hóast Neistin byrjaði dystin nógv betur, so mentist Kyndil spakuliga, og í steðginum var munurin skorin niður í tvey mál. Eftir steðgin togaði Kyndil seg eina løtu framum Neistan, men tær bláu svaraðu aftir, og bara fimm minuttir undan dystarloki vóru tær á odda við tveimum málum.

 

Tað eydnaðist Tó Kyndli at steingja í verjuni seinastu løtuna av dystinum, og so kundu tær fegnast um eina stigið, sum javnleikurin bar við sær.  Besti málskjútti hjá Kyndli í dag var Simona Petersen við seks málum. Jacklin Durhuus skeyt fimm av málunum hjá Neistanum.