Javnstøðunevndin svarar Fólkaflokkinum

Í viðmerkingini frá Fólkaflokkinum til Javnstøðunevndina um ætlaða skattalættan til giftar menn, eru so nógvir skeivleikar og beinleiðis ósannandi, at ein rættleiðing er neyðug:

 

Vegna Javnstøðunevndina

Turið Debes Hentze, fork.

????????????????????????

Í viðmerkingini frá Fólkaflokkinum til Javnstøðunevndina um ætlaða skattalættan til giftar menn, eru so nógvir skeivleikar og beinleiðis ósannandi, at ein rættleiðing er neyðug:

? Tað er ikki rætt, at verandi skattalóg ger mun á giftum kvinnum og ógiftum, tí báðar skulu gjalda skatta av inntøkum sínum. Og er ongin inntøka, er ongin skattur at gjalda. Tann heimaarbeiðandi húsmóðirin, ið onga inntøku hevur, rindar tí heldur ikki skatt.

? Tað er heldur ikki rætt, at maðurin verður revsaður, tí at konan ikki hevur inntøku. Hann rindar skatt, sum einhvør annar sambært skattaskipanini. Hann hevur hin vegin eina konu heima, sum syrgir fyri honum, húsi og børnum. Hesa veiting fær hann skattafría, og afturfyri undirheldur hann fíggjarliga konu og børnum, og hesum rindar hon hinvegin heldur ikki skatt av. So kann altíð spyrjast, hvussu hesar veitingar viga upp móti hvørji aðrari fíggjarliga og í aðrar mátar. Men soleiðis hava tey skipað seg.

? Tað er heldur ikki rætt, at verandi lóg tvingar fólk at skilja seg. Tann gifta kvinnan við ongari inntøku verður ikki betri fyri skattliga, um hon verður skild, tí um hon onga inntøku hevur, rindar hon framvegis ikki skatt tá. Heldur verður hon verri fyri, tí at hon tá ikki longur skattafrítt kann fá pengar ella annað uppihald goldið frá manninum. Nú eru hesir pengar skattskyldugir.

? Tað er óseriøst, og hevur ikki annað endamál enn at grugga skattamálið og viðgerðina av hesum, at tosa um hjúnabandsstøðuna innan almannalóggávuna. Ivaleyst er har okkurt at tosa um eisini, men hevur tað onki við ætlaða skattalættan at gera.

Í proklamatiónini frá Fólkaflokkinum verður sagt, at Javnstøðunevndin loypir á familjuna, hjúnalagið og giftu barnamammurnar. Hetta er eisini skeivt!

Ørindini hjá javnstøðunevndini vóru at vísa á, at um endamalið við skattalættanum var at lívga um barnafamiljuna, so skuldu allar barnafamiljur takast við og ikki bert tey giftu. Børnini skulu ikki revsast fyri at foreldrini ikki eru gift, og tað eru børnini, sum eiga at vera kjarnin í hesum máli. Og tá umleið annaðhvørt barn í dag verður føtt uttan at mamman er gift, so tosa vit um nógvar familjur ella forsyrgjarar.

Ørindini vóru eisini at vísa á, at kvinnan, sum tann fíggjarligt veikari parturin í hjúnalagnum skal ansa sær, ikki at vera nýtt á ein hátt, sum ikki gagnar henni meiri enn kanska bara beint her og nú. Hon skal ikki viðgerast sum eitt viðhang hjá manninum, men sum ein sjálvstøðugur persónur. Og tá at vísa á, at framtíðin hjá teimum ungu kvinnunum ikki liggur í húsmóðirarbeiðinum burturav, men í útbúgving og arbeiðsinntøku, sum gevur persónligt og fíggjarligt frælsi.

Illgrunin um, at uppskotið í veruleikanum er skattaspekulatiónspolitikk -

ur ílatin sum familjupolitikkur, er bert styrktur aftaná at viðmerking fólkaflokksins, sum hevur hetta at bjóða ta heimaarbeiðandi konuni: at passa egnu børnum sínum og spara samfelagnum fyri milliónaupphæddir í alm. barnaansing. Afturfyri skal maðurin fáa skattalætta.

Og tá Sambandsflokkurin sigur, at tað eru fleiri konur, sum ikki sleppa út at arbeiða, at tær fáa ikki børnini ansaði, kann bara spyrjast, jamen hvat hjálpir skattalættin uppá tað. Var so ikki vert ístaðin at umhugsa fleiri og betri ansingarmøguleikar. Tað tykist veruliga, sum at hesir flokkar ynskja at halda kvinnunum heima fyri at spara ansingarpláss. Um kvinnurnar spara samfelagnum milliónaupphæddir, sum sagt verður, og ynski er framhaldandi, um at halda teimum heima uttan valmøguleika at fara út í arbeiði, tí ansingarstovnar ikki skulu gerast, so skuldi vera lagamanni at útgoldi hesum kvinnum veruligar almennar lønir, sum eru at liva av (skattalætti er eisini almennur peningur) og ikki bert teir smáu lokkubitar, sum higartil hava staðið teimum í boðið. Og hesar lønir skulu gjaldast beinleiðis til tær smábarnamammur (ella teir pápar), sum gera arbeiðið og ikki umvegis hin hjúnafelagan. Talan verður tá um eina løn ella sosiala veiting, sum ikki viðvíkir skattalógini.

Er talan um sosiala veiting, sum ávirkast av hjúnabandsstøðuni, so minkar upphæddin á veitingini tess størri inntøku hin hjúnafelagin hevur og veksur tilsvarandi, um hjúnafelagin hevur lítla inntøku. Tá verður úrslitið tað løgna og júst tað øvugta av tí, ið skattauppkotið hevði við sær. Tá fáa tey mest trongjandi meir burturúr og tey við hægri inntøkuni minni, og ikki sum sambært skattauppskotinum, at bert tey við ávísari høgari inntøku fáa ágóða.

Annars var grundsjónamiðið í skrivinum frá Javnstøðunevndini: Latum okkum fáa tað, sum tørvur er á í samfelagnum. Fáa barnaansing, stuðul til børn og tongjandi og skipa so fyri, at bæði kvinnur og menn fáa møguleika fyri at sameina familjulív og arbeiðslív uttanfyri heimið, tí tað verður framtíðarkravið hjá teimum komandi familjunum.