Javnt millum finalistar

Kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum býttu stigini ímillum sín í fyrstu grannauppgerðini teirra millum hetta kappingarárið, og í Vági vann VB greitt á StÍF

Í fjør var Neistin einaráðandi í allari landskappingini og tapti ikki ein dyst, fyrr enn í aðru finaluni ímóti Kyndli. Nú er eitt nýtt ár, og alt bendir á, at hetta í øllum førum verður eitt sindur øðrvísi. Í gjár misti Neistin í sínum fyrsta dysti stig, tá tað bleiv til javnleik ímóti Kyndli.
Neistin sá annars út til at hava gott tamarhald á tí mesta og hevði munin tað nógva av fyrra hálvleiki – eitt skifti vóru tær bláu á odda 9-4. Men so byrjaði Kyndil at koma fyri seg og fekk minkað munin niður í tvey mál í steðginum.
Í seinna hálvleiki bylgjaði tað aftur og fram, so Kyndil fyrst var frammanfyri og síðani Neistin, men síðstu fimm minuttirnar fekk Kyndil vart so mikið væl, at tað at enda eydnaðist at vinna seg upp á javnleik, 15-15.
Sum skilst, var tað yvirhøvur fyri bæði lið galdandi, at verjuspælið var gott og málverjarnir tóku nógv, meðan tað knípti við álopsspælinum.

VB vann greitt
VB, sum kanska eitt sindur óvæntað mátti lúta fyri Stjørnuni í fyrsta dystinum, sum var á útivølli fyri viku síðani, vísti størri styrki í sínum fyrsta heimadysti, sum var í gjár ímóti StÍF. Tá avtornaði, vann VB dystin við seks málum, 29-23.
Nokk so skjótt hevði VB lagt seg væl framum í dystinum, og allan fyrra hálvleik var VB á odda við upp í fimm málum. Gongdin var sum so tann sama eftir steðgin, tí hóast StÍF royndi at svara aftur, megnaðu VB-kvinnurnar væl og virðiliga at halda stand.
Í vetur eru tveir nýggir litaviskir spælarar við VB, og hóast StÍF royndi at mansverja aðra teirra, Gintare Butkeviciute, sum er U19-landsliðsspælari hjá Litava, eydnaðist tað ikki stórvegis, tí hinir spælararnir hjá VB gjørdu bara so mikið meira vart við seg og fingu málini í staðin.