Javnt í oddadystinum millum Høgna og Martin

Talv: Talvið millum favorittarnar Høgna Egilstoft Nielsen og Martin Poulsen í fyrsta umfari í FM-kappingini dag endaði javnt eftir 57 leikir

Talvið millum favorittarnar Høgna Egilstoft Nielsen og Martin Poulsen í fyrsta umfari í FM-kappingini dag endaði javnt eftir 57 leikir, skrivar Talvsambandið. Martin telvaði við svarta fólkinum norðurlendsku byrjanina móti finnuleiki á e4, sum Høgni legði fyri við.

Vit sóu tveir varnar telvarar við stórari virðing hvør fyri øðrum. Javnvágin tóktist ongantíð skakað, báðir telvaðu mestsum lýtaleyst og høvdu tamarhald á støðuni allan vegin.

Fimtan ára gamli Luitjen Akselsson Apol telvaði eisini remis í dag. Ímóti sær hevði hann Haldur S. Johansen úr Klaksvíkar Talvfelag. Byrjanin var sisilionsk. Haldur fekk góða støðu, og Luitjen kendi seg noyddan at lata býtismun í miðtalvinum fyri at lætta um trýstið. Nú gjørdist støðan taktiskt lødd, og tað eydnaðist Luitjeni at fløkja støðuna so mikið, at hann fekk talvið javnt.

Hans Kristian Simonsen vann eitt fínt talv á Rana Nolsøe. Hann fekk høgligari og virknari støðu, og dugdi væl at halda trýstinum. Kollfirðingurin slapp í endatalv við lítlum fyrimuni, og kláraði at gagnnýta fyrimunin til fulnar. Flott og sannførandi posisjónelt avrik.

Fjórða talvið í FM-bólkinum var millum Samson Højgaard og Margar Berg. Tveir villir taktikarar. Vit fingu eisini eitt rættiligt fýrverk, har hvørgin spardi krútið. Til endans var Margar tann kringari og vann. 

FM-bólkurin:

1. umfar - 27. mars:

Høgni - Martin ½-½

Haldur - Luitjen ½-½

Rani - Hans Kristian 0-1

Samson - Margar 0-1 

2. umfar - 28.mars kl. 14.00

Samson Højgaard - Høgni Egilstoft Nielsen

Martin Poulsen - Rani Nolsøe

Hans Kristian Simonsen - Haldur S. Johansen

Margar Berg - Luitjen A. Apol

Meira kann lesast um FM-kappingina og úrslitini í øllum bólkum í dag á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.