Tveir av teimum fýra føroysku landsliðsleikarunum vóru á vøllinum, tá trið seinasta umfarið fyri vetrarsteðgin varð leikt sunnudagin.
Sum nevnt aðra staðni í blaðnum, so gjørdi Todi Jónsson rættiliga um seg, tá FCK á heimavølli fekk annað stigið móti Silkeborg. FCK var á odda 1-0, men Silkeborg, sum enn ikki hevur tapt á útivølli, kom fram um 2-1, áðrenn Todi við einum sonnum perlumáli bjargaði øðrum stiginum til FCK.
OB upp og Johan úti
Hjá OB, har Johan Byrial Hansen spælir, gongst væl í løtuni, tó at teir vóru hepnir at fáa bæði stigini móti AB.
Johan kom ikki á vøllin, og hóast hann helst frøist um framgongdina hjá liðfeløgunum, so man tað kennast heldur hugstoytandi, at henda er komin, samstundis sum hann sjálvur tykist hava fingið fast pláss á beinkinum hjá fjónbúgvunum.
Í AGF er Óli Johannesen nú heilt úti í kuldanum, og heldur ikki í botndystinum móti Herfølge var hann at síggja á vøllinum.
Jákup Mikkelsen vardi málið hjá Herfølge, sum fekk eitt kærkomið stig móti AGF, sum annars hevur vunnið seinastu tríggjar dystirnar.
Tað var merkisvert, at Peter Degn, sum AGF hevur leigað úr Everton, stóð fyri báðum málunum í dystinum.
Fyrst var hann hægstur, og stútaði bóltin fram við Jákupi Mikkelsen, og í seinna hálvleiki stútaði hann eitt klokkureint sjálvmál í netið.
Við eina stiginum nærkaðist Herfølge røttu síðuni av niðurflytingarstrikuni, men enn kunnu teir so langt ífrá kenna seg tryggar.
Komandi vikuskifti skal Herfølge á heimavølli royna seg móti sterku uppflytarunum úr FCM. OB fer á vitjan hjá botnliðnum úr FCM, meðan FCK á útivølli skal royna seg móti AB.