Amerikanski varaforsetin, J.D Vance, finst nú harðliga at Danmark fyri at hava svikið Grønland.
Hetta ger hann í einari samrøðu við Fox News.
- Hava danir gjørt eitt rímiligt arbeiði at tryggja, at Grønland kann halda fram at virka sum eitt akker fyri heimstrygdina. Svarið er heilt greitt nei.
Í samrøðuni viðurkennur varaforsetin tey bond, sum hava knýtt Danmark og Grønland saman gjøgnum mong ár.
Og so kortini fanst hann harðliga at Danmark.
- Bara tí, at Danmark gjørdi nakað rætt fyri 25 árum síðan, merkir tað ikki, at landið ikki kann gera nakað býtt nú.
J.D Vance vísti á, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur gjørt tað púra greitt, at Danmark ikki hevur gjørt eitt gott arbeiði, tá ræður um Grønland.
Varaforsetin heldur tað ikki vera nóg mikið, at Danmark og USA stríddust saman undir seinna heimsbardaga - ella "stríddust saman móti yvirgangi".
- Vit vilja tryggja, at vit verja amerikansk áhugamál, og eg trúgvi, at forsetin er sinnaður at fara so langt, sum tað er neyðugt fyri at fáa hetta upp á pláss, sigur hann í samrøðu við Fox News.











