Fittur kavamaður í Blómubrekku

Børn og vaksin hugnaðu sær í kvøld við at byggja kavamann í Blómubrekku í Havn.

Tað hevur kavað í dag, og sera nógvur kavi er lagstur.

 

Fyri koyrilíkindini er hetta kanska ikki tað besta, men hinvegin ber væl til at hugna sær í slíkum veðri.

 

Og tað gjørdu børn og vaksin í Blómubrekku í Havn fyrr í kvøld. Og úrslitið gjørdist ein fittur kavamaður.

 

Umframt tey vaksnu, so taldi yngra ættarliðið Ró, Lailu, Elisu og Jonhard.

 

##med2##

 

##med3##