Stuðul til bjargingarfeløgini í 2025

Beint fyri ársskiftið varð árligi stuðulin upp á 4 milliónir til bjargingarfeløgini fyri 2025 býttur út. Stuðulin er ein týðandi liður í at tryggja eina sterka og vælvirkandi tilbúgving kring alt landið.

 

– Bjargingarfeløgini gera eitt sera virðismikið arbeiði og ofta undir krevjandi umstøðum. Tí hevur tað stóran týdning, at vit sum samfelag stuðla teimum og tryggja, at tey hava neyðugu karmarnar at røkja sín leiklut, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum.

 

Í 2025 varð samanlagt søkt um hægri upphædd enn játtanin loyvdi. Tí hevur verið neyðugt at raðfesta millum nógvar góðar og væl grundaðar verkætlanir. Stuðulin er býttur soleiðis, at bæði rakstur, útbúnaður, førleikamenning og størri íløgur, sum gagna bæði staðbundnu og landsfevnandi tilbúgvingini, eru raðfest.

 

Í býtinum er dentur lagdur á bæði dagligan rakstur og at menna tilbúgvingina. Stuðulin er millum annað latin til rakstrarstuðul til bjargingarfeløg kring landið, har hvør virkið felag fær 50.000 krónur til grundrakstur, eins og Hey stuðul er latin at keypa nýggja dronu og útgerð til dronuleiting. Eisini er stuðul latin at útbúgva og førleikamenna fjallabjargarar, m.a. altjóða WFR-útbúgving, og til klæðir og samskiftisútgerð til fjallabjarging. Harumframt er stuðul veittur til at byggja nýggja bjargingarhøll á Eiði, til viðlíkahald og dagføring av bjargingarbátum, og til at keypa trygdarútbúnað, arbeiðsklæði og samskiftistól til sjó- og landbjarging.

 

Landsstýrismaðurin vísir á, at hóast tað ikki bar til at ganga øllum umsóknum á møti á hesum sinni, so er sama stuðulsupphædd sett av á fíggjarlógini fyri 2026. Hetta gevur fleiri feløgum møguleika at søkja av nýggjum.

 

– Eg eri glaður fyri, at vit við hesum stuðlinum kunnu styrkja bæði sjálvbodnu feløgini og samlaðu tilbúgvingina í Føroyum. Hetta er ein íløga í trygd, samhaldsfesti og skjóta hjálp, tá ið álvarsamar støður íkoma, sigur landsstýrismaðurin.