Týsnáttina millum jól og nýggjár fór ein bilur við fýra fólkum út av Oyggjarvegnum.
Talan var um ein lítlan buss við fýra ungum monnum – sum allir vóru undir 18 ár. Eisini bilførarin.
Vaktleiðarin á politistøðini tá segði, at talan var um eitt sokallað soloóhapp. Teir fýra menninir í bilinum fingu allir viðgerð, men tað tyktiskt ikki, sum um talan var um stórar skaðar, sigur hann.
Bilurin gjørdist vrak, men bilførarin var edrúur.
Tá segði vaktleiðarin eisini, at løgreglan skuldi gera nærri kanningar.
Tær kanningarnar eru nú gjørdi, og ein av ungu monnunum er nú skuldsettur fyri at koyra bil uttan at hava koyrikort – og koyrikot kundi hann ikki hava, tí hann var undir 18 ár.
Bilurin, sum er ein minibussur hjá byggifyritøkuni ArtiCon, høvdu menninir stolið, og tað verða teir eisini skuldsettir fyri – fyri brúksstuldur av bilinum.












