Vertirnir, Marokko og Senegal hava vunnið seg í hálvfinalurnar í afrikanska endaspælinum í fótbólti hjá monnum.
Marokko vann 2-0 á Kamerun, meðan Senegal vann 1-0 á Mali.
Kamerun-Marokko 0-2 (0-1)
0-1 Brahim Diaz ('26 )
0-2 Ismael Saibari ('74 )
Mali-Senegal 0-1 (0-1)
0-1 Iliman Ndiaye ('27 )
Í morgin vera seinastu tvær fjórðingsfinalurnar leiktar. Klokkan 16 spæla Nigeria og Algeria, og klokkan 19 spæla Egyptaland og Fílabeinsstrondin.
Báðar hálvfinalurnar vera leiktar komandi mikudag. Finalan verður leikt sunnudagin 18. januar.










