Ein russisk drona rakti fríggjadagin á ein íbúðarbygning í ukrainska høvuðsstaðnum, Kiev. Sambært borgarstjóranum í býnum eru nógvir íbúðarblokkar uttan hita eftir álop á streymveitingina í býnum. - Mynd: Anatolii Stepanov

ST Trygdarráðið kallar til bráðfeingis fund eftir álopið í Kiev

Nógvir íbúðarblokkar í høvuðsstaðnum í Ukraina eru uttan hita mitt í kalda vetrinum eftir eitt álop, sigur borgarstjórin.

Ein russisk drona rakti fríggjadagin á ein íbúðarbygning í ukrainska høvuðsstaðnum, Kiev. Sambært borgarstjóranum í býnum eru nógvir íbúðarblokkar uttan hita eftir álop á streymveitingina í býnum. - Mynd: Anatolii Stepanov

Trygdarráðið hjá ST hevur kallað til bráðfeingis fund mánadagin, har støðan í Ukraina skal viðgerast.

Tað sæst sambært endurskoðaðu dagsskránni hjá Trygdarráðnum, sum varð almannakunngjørd í gjárkvøldið, skrivar tíðindastovan AFP.

Trygdarráðið hjá ST hevur fund í kjalarvørrinum av álopinum hjá Russlandi á ukrainska høvuðsstaðin, Kiev, sum hevur elvt til órógv í hitaveitingini mitt um veturin.

- Russiska Samveldið er komið á eitt ørkymlandi nýtt støði við krígsbrotsverkum og brotsverkum móti mannaættini gjøgnum yvirgang móti sivilum og sivilum undirstøðukervi í Ukraina, skrivar ST-sendiharrin úr Ukraina, Andriy Melnyk, í einum brævi til Trygdarráðið, sum AFP hevur sæð.

Borgarstjórin í Kiev, Vitali Klitschko, segði fríggjadagin á sosialu miðlunum, at helvtin av íbúðarhúsunum í ukrainska høvuðsstaðnum eru uttan hita, meðan hitin í býnum við milliónum var undir frostmarkinum.

Hann heitti eisini á borgarar, sum kundu fara úr býnum at finna aðrar hitakeldur, um at gera tað fyribils.

Borgarstjórin í Kiev sigur, at vantandi hitin stavar frá russiskum álopum, sum vóru tíðliga mikudagin.

Loftverjan í Ukraina sendi hóskvøldið landsumfatandi ávaring út, har tey ávaraðu um, at alt Ukraina var undir raketthóttan, og at russisk flogfør vóru í luftini yvir landinum.

Russland hevur ikki gjørt viðmerkingar til fráboðanirnar.

Ukraina framdi síðani álop á russiska nýtslukervið, og fleiri enn 550.000 íbúgvar í Belgorod-økinum vóru uttan streym og hita, í eini tíð, tá hitin nærkaðist frostmarkinum,

Tað sigur guvernørurin í økinum, Vjacheslav Gladkov, sambært AFP.

Tað var í februar 2022, at Russland herjaði á grannalandið Ukraina. Hetta varð millum annað gjørt við teirri grundgeving, at Ukraina skuldi forðast í at koma ov nær vesturlendska hernaðarsamgonguni NATO.

/Ritzau