Nú eru bert fýra lið eftir í afrikanska endaspælinum í fótbólti, ið verður leikt í Marokko.
Leygardagin eydnaðist tað Egyptaland við 3-2 sigri at senda verandi meistararnar úr Fílabeinsstrondini úr kappingini. Nigeria vann í sínari fjórðingsfinalu 2-0 á Algeria.
Algeria-Nigeria 0-2 (0-0)
0-1 Victor Osimhen ('47 )
0-2 Akor Adams ('57 )
Egyptaland-Fílabeinsstrondin 3-2 (2-1)
1-0 Omar Marmoush ('4 )
2-0 Ramy Rabia ('32 )
2-1 sjálvmál ('40 )
3-1 Mohamed Salah ('52 )
3-2 Guela Doue ('73 )
Mikudagin vera hálvfinalurnar leiktar soleiðis: Klokkan 17: Senegal-Egyptaland og klokkan 20: Marokko-Nigeria.
Finalan verður leikt sunnukvøldið 18. januar klokkan 19.











