VIDEO: Síggj Janu skora og leggja upp til mál í European League

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Viborg–Zaglebie Lubin 42-38 (18-20)

Mynd: Eurohandball

Jana Mittún og í Viborg løgdu væl frá landi í bólkaspælinum í EHF European League.

 

Á heimavølli í BIOCIRC Arena eydnaðist tað Janu og liðfeløgunum í einum málríkum dysti í bólki D at vinna 42-38 á Zaglebie Lubin úr Póllandi. Í fyrra hálvleiki var pólska liðið omaná, og var á odda 20-18 í steðginum. Í seinna hálvleiki lá tað betri fyri hjá Viborg.

 

Jana skoraði tvey mál umframt at leggja upp til mál hjá viðleikarunum. 

 

Mikudagin klokkan 17.30 verður føroyingauppgerð í Skanderborg, tá Súna K. Hansen og liðfelagarnir taka ímóti Viborg á heimavølli.

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Viborg-Zaglebie Lubin 42-38 (18-20). Í samandráttinum sæst Jana við nummar 77 á rygginum skora og leggja upp til mál:

 

##med2##

 

Mynd: Eurohandball