– Tað sigur Ingeborg Vinther, sum í meira enn 30 ár samráddist við arbeiðsgevararnar, í samrøðu við Sosialin.
Tað eru serliga trý mál, sum hon rættiliga argast um í dagsins politikki – stytta arbeiðsvikan, sum eftir øllum at døma ikki verður stytt, pensjónsaldurin og síðan Suðuroyartunnilin.
– Í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu stendur, at arbeiðsvikan skal styttast við lóg niður í 37 tímar yvir ár, og nú skeiðið hjá sitandi landsstýrissamgongu er við at renna út, røkist einki fyri, at nakað verður gjørt við hetta.
Ingeborg Vinther sigur, at í hennara tíð sum fakfelagsfólk og forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag samráddist hon við arbeiðsgevararnar í meira enn 30 ár, og hon veit av royndum, at arbeiðsvikan verður ongantíð stytt við samráðingum á arbeiðsmarknaðinum.
– Søgan sigur okkum eisini, at tá arbeiðsvikan áður hevur verið stytt, hevur tað verið gjørt við lóg. Nú er líkt til, at landsstýrið ikki vil halda samgonguskjalið og vil leggja hetta út til arbeiðsmarknaðin at samráðast um.
Ingeborg Vinther heldur, at løgmaður, Aksel V. Johannesen, hevur verið alt ov veikur í fleiri avgerandi spurningum – og soleiðis eisini um styttu arbeiðsvikuna, sum greitt er avtalað í samgonguskjalinum.
– Mítt tilmæli er tí, at løgmaður blakar Framsókn og Ruth Vang úr samgonguni, sigur Ingeborg Vinther.
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.










