Fimm fingu klipp í Norðoyatunlinum

Og ein bilførari er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring

Fimm bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt í Norðoyatunlinum í nátt. Tilgjørd mynd

Í nátt gjørdi løgreglan ferðmátingar í Norðoyatunlinum

Beint eftir midnátt gjørdi ferðslupatruljan hjá løgregluni ferðmátingar í Norðoyatunlinum. Tað vísti seg, at fimm bilførarar koyrdu ov skjótt – og so mikið skjótt, at allir fingu klipp í koyriortið.

Tað fingu teir fyri at at koyra ávikavist 110, 104, 105, 107 og 111 km um tíman.

Um hálvgum fimmtíðina í morgun steðgaði løgreglan tilvildarliga einum bili, har bilførarin varð kannaður fyri rúsdrekkakoyring. Tá hann blásti í alkometrið, vísti tað seg, at hann hevði drukkið ov nógv. Hann varð tí handtikin, blóðroynd tikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, áðrenn hann varð leyslatin aftur, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Løgreglan var eisini í býnum í Havn í nátt, man har var einki hjá teimum at gera. Har vóru ikki nógv fólk í býnum, sigur vaktleiðarin.