Amerikanski forsetin, Donald Trump, heitir á Kuba um at gera eina avtalu við USA.
Hetta skrivaði forsetin sunnudagin á sosialu miðlasíðuni Truth Social.
– Tað kemur ikki meira olja ella fleiri pengar til Kuba. Null! Eg heiti inniliga á tey um at gera eina avtalu, áðrenn tað er ov seint, skrivar hann.
Donald Trump greiðir ikki nærri frá, hvat ein møgulig avtala skal innihalda.
Hann greiðir heldur ikki frá, hvat meint verður við "áðrenn tað er ov seint".
Amerikanska stjórnin hevur seinastu vikuna lagt trýst á Kuba, eftir at amerikanska álopið á Venezuela og Nicolás Maduro, forseti, varð tikin.
Donald Trump hevur áður sagt, at Kuba verður eitt fokusøki hjá amerikonsku stjórnini og hevur kallað Kuba fyri eina "miseydnaða tjóð".
Uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, helt síðani fram við hóttanunum og segði í samrøðu við NBC News, at kommunistiska skipanin í landinum var í "stórum trupulleikum".
Kuba er millum nærmastu sameindu hjá Venesuela í Suðuramerika.
Sambært kubansku stjórnini vórðu 32 kubanar dripnir í sambandi við, at USA tók Nicolás Maduro.
Kuba fær stórar nøgdir av olju úr Venesuela, men nú bendir nógv á, at Donald Trump ætlar at skerja landið frá at fáa olju.
Hann greiddi tó ikki nærri frá, hvat meint verður við, at ikki fleiri pengar koma til Kuba.
/Ritzau/











