Norðurlond – kaffiblubbi ella valdsfaktorur?

Rátt vald er við at máa støðið undan reglubundnu heimsskipanini. Tí mugu Norðurlond í nógv størri mun standa saman á heimspallinum, heldur enn sum átta smáríki

Tað skriva forfólkini í Norrønufeløgunum í Norðurlondum í viðmerking, sum er prentað í Sosialinum hesaferð.

 

Tey eru: Hrannar Björn Arnarsson, formaður í Norrøna felagnum í Íslandi, Lars Barfoed, formaður í Norrøna felagnum í Danmark, Maiken Poulsen Englund, forkvinna í Norrøna felagnum í Áland,i Pyry Niemi, formaður í Norrøna felagnum í Svørík,i Torbjörn Nyström, formaður í Norrøna felagnum í Føroyum.

 

Seinastu 100 árini hava vit sæð, at tá heimurin verður ótryggur, vinnur tankin um norðurlendskt samstarv frama. Sannleikin er tíverri eisini, at norðurlendska samstarvið í alt ov nógv ár er trýst afturum og viðfarið sum ein viðfáningur.

 

Ótryggleiki í heiminum hevur aftur nú fingið norðurlendska samstarvið á breddan. Tí skulu vit lofta momentum og tryggja okkum, at áður ótroyttir møguleikar at skipa eitt meira bindandi norðurlendskt samstarv ikki endurtaka seg. Orsøkin er einføld: Stóru avbjóðingarnar fyri okkara viðkomandi í framtíðini – millum annað uttanríkispolitikkur, trygd, umhvørvi, orka, flutningur og menningin í Arktis – kann einki av okkara londum loysa einsamalt. Tískil mugu vit í nógv størri mun handla sum sameindir norðurlendskir statir.

 

Norrøn feløg vórðu sett á stovn eftir fyrra heimskríggj sum úrslit av tørvi­

 

num á friði og felagsskapi. Fyri 100 árum síðan var als eingin vissa fyri, at eitt norðurlendskt samstarv fór at festa røtur. Økið var merkt av hjálandaveldi og sínámillum kríggi; summi av londunum vóru nýbornir statir og onnur stríddust fyri loysing. Kortini vaks tankin. Og í dag er úrslitið ein felagsskapur við átta londum við felagsvirðum, sum hava lagt lunnar undir eitt hitt mest støðufasta, friðarliga og vælstillaða økið í heimssøguni. Heiminum tørvar sameind norðurlond, ið kunnu ganga á odda og veita altjóða íblástur á fleiri leiðum.

 

Men hóast politikarar mangan hava nógv gott at bera norðurlendskum samstarvi, hevur gongdin higartil víst nakað annað. Seinastu áratíggjuni hevur samstarvið vikið fyri øðrum samstørvum og er tískil í veruleikanum viknað. Úrslitið er, at norðurlendska samstarvið fyllir munandi minni í dag, enn tað gjørdi um aldarskiftið. Til dømis hevur tað norðurlendska samstarvið ein starvsfólkahóp, sum einans telur 120 fólk, meðan ES ræður yvir fleiri enn 32.000 starvsfólkum, ið eru sett at mynda og útinna politikk.

 

Undir koronukreppuni gjørdist hendan gongdin við fleiri ára niðurraðfesting serliga greið, og endin varð, at norðurlendska samstarvið als ikki stóð sína roynd, tá á stóð.

 

##med2##

 

Lesið viðmerkingina hjá forfólkunum í Norrønufeløgunum í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið – og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo