Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Wisla Plock eru í hesum døgum á venjingarlegu í Turkalandi.
Ígjár spældi Wisla Plock fyrsta dystin í 2026. Talan var um ein venjingardyst móti rumenska liðnum, Rapid Bukarest.
Tað eydnaðist Wisla Plock at vinna dystin 2-1. Giannis Niarchos og Łukasz Sekulski syrgdu fyri málunum hjá Wisla Plock.
HER ber til at síggja tey trý málini, ið vóru skotin í venjingardystinum ígjár.
Mikudagin klokkan 13 spæla Andrias og liðfelagarnir venjingardyst móti slovakiska liðnum, Aluminij.
Fyrsti kappingardysturin hjá Wisla Plock verður leiktur sunnudagin 1. februar, tá Rakow kemur á vitjan á Orlen leikvøllinum í dysti í bestu pólsku fótbóltsdeildini.
Wisla Plock er oddalið í pólsku deildini við 30 stigum. Teir hava bert tapt tveir av 18 dystum, men hava hinvegin leikt níggju javnar. Teir hava skorað 21 mál, men hava bert latið 12 mál inn.











