Tað kann ikki vera rætt at sólskinssøgan við nógvum børnum og at ungar familjur seta búgv í vakstrarøki, endar sum ein katastrofa fyri tær familjurnar, tí man onkursvegna skal spenna vøddar og peika fingrar eftir einari kommunu.
Man vil ikki taka nakrar sera einfaldar og skilagóðar pragmatiskar avgerðir, ið loysa allan knútin. Uppskriftin er enntá serverað væl og virðiliga.
Nú er neyðugt at taka eina politiska avgerð
Vit eru til reiðar at gera tvey spor klár. Eitt á Argjum og eittná Fløtum. Men tú ert ikki við uppá at loysa okkara stóru avbjóðing, fyri børnini.
Tað snýr seg um nógv børn, sum eru verri stillað fyri lógini enn alla aðrastaðni. Hví er tað ok?
Tey detta í millum av kleyvaraskapi, meðan vit øll bíða eftir tínari barnaverkætlan.
Tí má eg spyrja teg:
Heldur tú tað vera rætt at 5 ára gomul børn skulu tvingast í forskúla?
Heldur tú tað vera rætt, at summi børn ikki sleppq at ganga í skúla í sínum nærumhvørvi?
Og heldur tú tað vera rætt, at hetta er støðan, tí at tú ikki tekur í hondina, ið vit hava rætt tær ?
Fakta
Hósdagin vera foreldrini at børnum á Argjum og í Vesturbýnum noydd at innskriva børnini í forskúla, hóast tey vilja hava barnið verandi í barnagarði, sum tey kunnu aðrastaðni.
Fría valið er ikki eksisterandi her. Her er bert ørkymlan og stúran.
Hósdagin vera tað summi børn sum ikki fáa skúlapláss í sínum nærumhvørvi, tí her okkurt ár eru fødd ov nógv.
Hetta er púra burturvið.
Tað er óskiljandi, at hetta ikki er ein raðfesting hjá tær. Hjá tær sum skuldi hava eitt Barnamálaráð.
Men til hvat?
Hvar er barnasýnið, og hvar er áhugin fyri at loysa hesa stóru avbjóðing.
Vit hava rætt okkara hond út í nærum eitt heilt ár nú, og brúkt óneyðuga orku uppá eitt einfalt mál.
Tað er púra absurd.
Vælsignaði Djóni.
Loys hetta við at játta tvey eyka spor ta tíð tað er neyðugt, og ver landsstýrismaður barnanna.
Íløgan í børnini, er altíð ein haldfør íløga.
Heidi Lava Elgeirsdóttir
Býráðslimur í Tórshavnar kommunu, og fyriskipari av átakinum: “Rætt til fleiri skúlapláss her”











