Komandi mótstøðuliðið hjá Føroyum leikti javnt í aðalroyndini

Sveis avrikaði væl í fyrra hálvleiki móti Norðurmakedonia

Mynd: Handball Schweiz

Komandi fríggjakvøld klokkan 19.30 er sannleikans tími hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti. Tá skulu okkara spæla fyrsta dystin í innleiðandi bólki D í EM-endaspælinum. Dysturin verður leiktur í Unity Arena í Bærum uttanfyri Oslo.

 

Dysturin verður móti Sveis, ið leikti seinasta venjingardystin undan fráferðini til Noregs ígjár.

 

Á heimavølli í Wintherthur leikti Sveis javnt 29-29 móti Norðurmakedonia. Í fyrra hálvleiki gekk væl hjá Sveis, ið var á odda 18-13 í steðginum. Í seinna hálvleiki vóru tað norðurmakedonar, ið vóru omaná.

 

Gino Steenaerts var toppskjútti hjá Sveis við fimm málum. Joel Willecke og Noam Leopold skutu fýra mál hvør. 

 

Fyrradagin vann Sveis 33-30 (16-12) á Bahrain, og hóskvøldið vunnu teir 38-27 (19-14) á Ukraina. So sveisiska liðið er væl sparrað undan dystinum móti okkara komandi fríggjakvøld. Men tað eru okkara lukkutíð eisini aftaná tveir javnar dystir móti Italia við Tjarnir. 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Handball Schweiz