Ein dystur var í kvøld leiktur í SMS-deildini.
Í høllini á Hálsi í Havn vann Kyndil stórsigur 38-25 á EB. Í steðginum vóru kyndilskvinnur á odda 17-9.
Silja Geirsdóttir Eystberg var við níggju málum toppskjútti hjá Kyndli. Við 10 málum var Nadja Pejovic toppskjútti hjá EB.
Tríggir dystir vera leiktir í SMS-deildini í morgin. Klokkan 14 vera dystirnir hesir: Neistin-H71 og VÍF-Stjørnan. Klokkan 15 byrjar dysturin millum VB og StÍF suðuri í Vági.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum Kyndil og EB, umframt støðuna í deildini:
##med2##
##med3##













