Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagar hennara í Storhamar spældu fyrr í kvøld dyst á útivølli í bólki A í Champions League.
Tað gekk væl í fyrra hálvleiki móti Debrechen, og í steðginum var Storhamar á odda 13-10. Men tað gekk ikki líka væl í seinna hálvleiki, og tað endaði við einum 26-24 sigri til Debrechen.
Storhamar er nummar seks í bólkinum við seks stigum.
Mikudagin klokkan 17.15 spælir Storhamar dyst á útivølli í bestu norsku hondbóltsdeildini, har Tertnes verður mótstøðuliðið.
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Debrechen-Storhamar 26-24 (10-13):
##med2##











