Grønlendskir flokkar í felag: Vit vilja ikki vera amerikanarar

Allir flokkar í grønelndska Landstinginum, Inatsisartut, hava skrivað undir yvirlýsing, har tey taka frástøðu frá USA.

Allir fimm flokkarnir í grønlendska tjóðartinginum, Inatsisartut, hava í dag sent út eina felags yvirlýsing, har tað enn einaferð verður staðfest, at teir ikki vilja vera partur av USA.

Tað upplýsir grønlendski miðilin Sermitsiaq.

– Vit vilja ikki vera amerikanarar, vit vilja ikki vera danir, vit vilja vera grønlendingar, verðr sagt sabært Sermitsiaq.

Útsøgnin kemur, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, so seint sum afut í dag hevur víst á ynskið um at eiga landið.

 

/Ritzau/