Mótstøðuliðini hjá Føroyum í innleiðandi EM-bólki D, Sveis, Montenegro og Slovenia hava øll spælt venjingardystir í kvøld.
Sveis, ið verður okkara fyrsta mótstøðulið í Unity Arena uttanfyri Oslo, komandi fríggjakvøld klokkan 19.30, vann í kvøld 33-30 á Bahrain. Í steðginum vóru sveisararnir á odda 16-12. Lenny Rubin var við átta málum toppskjútti hjá Sveis.
Montenegro, ið verður mótstøðulið okkara, sunnudagin 18. januar klokkan 17, vann stórsigur 36-25 á Bosnia Hersogovina. Í steðginum var Montenegro frammanfyri við fimm málum, 18-13. Miloš Vujović var við átta málum toppskjútti hjá Montenegro. Radojica Čepić skoraði fimm mál.
Í París vann Ísland 32-26 á Slovenia, ið verður mótstøðulið okkara, týskvøldið 20. januar klokkan 19.30.
Sambært Morgunblaðnum var gongdin í dystinum hendan: 6:4, 12:7, 14:8, 17:11, 21:13, 23:16, 24:19, 25:20, 27:23, 31:24, 32:26.
Blaz Janc var við seks málum toppskjútti hjá Slovenia. Andraž Makuc skoraði fimm mál. Við átta málum var Orri Freyr Þorkelsson toppskjútti hjá Íslandi.
Í morgin klokkan 17 spælir Sveis móti Norðurmakedonia. So teir vera væl sparraðir áðrenn teir møta okkara monnum í Unity Arena uttanfyri Oslo, komandi fríggjakvøld klokkan 19.30.










