– Onnur útgerð stendur á maskinstøðini í Sundum og aðrastaðni, og nakað verður brúkt.
Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í samferðslumálum, millum annað í svari til ein grein 52a fyrispurning frá Henriki Old, løgtingsmanni, sum spurdi soleiðis:
1. Hví er boriútgerðin til Tjørnuvíkartunnilin ikki flutt norður enn – og hvar stendur hon nú?
2. Nær kann væntast, at boriútgerðin verður flutt?
3. Nær verður fyrsta skotið latið av til Tjørnuvíkartunnilin?
Í svar til fyrru spurningarnar vísir Ruth Vang á, at tunnilsliðið hjá Landsverki varð stovnað til at bora tunlar til smæstu støðini, og ætlanin hevur verið at halda áfram við Tjørnuvíkartunnilin, tá Dalstunnilin var liðugt boraður.
– Tjørnuvíkartunnilin er liðugt fyrireikaður. Landsverk ætlar fyrst at bjóða arbeiðið út at gera økið kring tunnilsmunnarnar til privatar fyritøkur at gera, áðrenn tunnilsliðið hjá Landsverki kann byrja uppá sjálvan tunnilin, sigur hon.
– Orsøkin til at útgerð, ið hoyrir til tunnilsgerð hjá tunnilstoyminum ikki er flutt norður enn er, at ein partur av útgerðini framvegis verður brúktur til at gera Dalstunnilin lidnan. Onnur útgerð stendur á maskinstøðini í Sundum og aðrastaðni, og nakað verður brúkt. Harumframt er byggiplássið ikki gjørt við Marmaskallará, har portalurin verður Haldórsvíkarmegin. Tunnilsborivognurin stendur vanliga í tjaldi, í hesum føri í Húsavík, tá hann ikki verður brúktur, sigur landsstýriskvinnan.
Útgerðin til tunnilsgerðina verður flutt norður til byggiplássið, tá byggiplássið við Marmaskallará norðanfyri Víkarnes er klárt.
Í svarinum til triðja spurningin – um nær fyrsta skotið til Tjørnuvíkartunnilin verður latið av, vísir hon á, at talan er um eina kostnaðarmikla íløgu.
– Politisk støða má takast til, hvussu verkætlanin verður raðfest í langtíðarløguætlanini áðrenn farið verður í gongd við arbeiðið. Ein verklagslóg eigur at verða gjørd soleiðis, at løgtingið kann taka støðu til Tjørnuvíkartunnilin.
– Landsverk hevur í oktobur 2025 mett, at Tjørnuvíkartunnilin kostar 200 mió. kr., um tunnilsliðið borar tunnilin. Metingin byggir á kostnaðin av Dalstunnlinum, sum tunnilsliðið boraði. Tað verður eisini neyðugt at breiðka ein part av vegnum frá Brúnni við Streymin og norður til tunnilin, sum verður mett til at kosta eini 50 mió. kr. Samanlagt 250 mió kr. í 2025 prísum. Harumframt er eitt váðaískoyti uppá 50 mió. kr.
– Tøka játtanin til Tjørnuvíkartunnilin er 12 mió. kr. í ár, og sambært fíggjarlógini er játtanin 10 mió. kr. í 2027 og eisini 10 mió. kr. í 2028.
– Arbeiðið við Tjørnuvíkartunlinum kann gerast so langt játtanin røkkur á hvørjum ári, men fyri at hava eina skilagóða arbeiðsgongd við tunnilsgerðini, metir Landsverk, at neyðugt verður við eini árligari játtan á millum 30 mió kr. til 40 mió. kr.,sigur Ruth Vang, andsstýriskvinna, í svarinum til Henrik Old.
##med2##












