Tóri Højgaard, vara­borgar­stjóri: – Eg var varin opti­mistur

– Vit vildu vita, um tað var rætt av Løg­mála­ráð­num at ó­gilda val­ið. Og av­gerð­in í dag er ein for­treyt fyri, at tað skal geva mein­ing at fara víð­ari við tí máli­num um ný­val, sigur Tóri Høj­gaard

Fyribils verða teir 11 býráðslimirnir í Runvaíkar Kommunu sitandi í sessum sínum, tí umvalið er fyribils útsett

– Eg var 100 prosent vís í, at vit fóru at fáa viðhald.

 

Tað sigur Sigrun Jónsveinsdóttir, sum er ein av teimum fimm býráðslimunum í Runavíkar býráð, sum stevnt Fíggjarmálaráðnum um, at kæran um avgerðina hjá fyrrverandi Løgmálaráðnum um nýval skal hava steðgandi virkna.

 

Tí er býráðsvalið í Runavík týsdagin fyribils avlýst.

Tað eru fimm av 11 býráslimum í Runavíkar kommunu, sum hava stevnt. Teir eru Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, Tóri Højgaard, varaborgarstjóri og býráðslimirnir Sigrun Jónsveinsdóttir, Petur Hansen og Jóhan Vest.

Og tey fingu viðhald frá dómaranum um, at kæran skal hava steðgandi virkna.

– Eg var varin optimistur, segði Tóri Højgaard, tá vit eisini hittu hann beint uttan fyri rættarhølið fyri løtu síðani.

Advokatur hjá býráðslimunum var Eyðbjørn Larsen, og advokatur hjá Fíggjarmálaráðnum var Jónas Tór Næs. Saman við advokatinum var eisini Bjarni Askahm Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, sum ikki var serliga prátingarsamur eftir úrskurðin.

Fíggjarmálaráðið hevur arvað hetta málið frá fyrrverandi løgmálaráðnum, sum varð niðurlagt 1. desember í fjør. Avgerðin um umvalið varð tikin av løgmálaráðnum, meðan Fíggjarmálaráðið nú umsitur málið.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, var ikki sjálvur í rættinum í dag. Men Tóri Højgaard, varaborgarstjóri, segði, at hann er væl nøgdur. Hann segði, at hjá teimum var tað tað prinsippiella í málinum, sum var avgerandi. 

 

##med2##

– Vit vildu vita, um tað var rætt av Løgmálaráðnum at ógilda valið. Og avgerðin í dag um at kæra fær steðgandi virkna er ein fortreyt fyri, at tað skal geva meining at fara víðari við tí málinum, tí um nývalið var hildið, so kann hitt málið vera líka mikið, segði Tóri Højgaard. 

– Kjarnuspurningurin verður viðgjørdur einaferð í ár ganga vit út frá, so má valið bíða til ta tíð, segði Tóri Højgaard.

Spurningurin er so, hvussu skjótt hetta málið kann avgreiðast. Eitt rættarmál í Føroya Rætti kann taka nógvar mánaðir, og verður tað síðani kært til Landsrættin, so kunnu lættliga bæði eitt ár og tvey ganga, áðrenn nøkur niðurstøða verður. Næsta regluliga býráðsval verður í november í 2028. Spurningurin er so, um stundir verða til at halda umvalið áðrenn næsta regluliga býráðsval november 2028.

 

Fyribils verða teir 11 býráðslimirnir í Runvaíkar Kommunu sitandi í sessum sínum, tí umvalið er fyribils útsett