Jelena Bonner deyð

Fyrrverandi sovjetski rithøvundurin og samfelagsrevsarin Jelena Bonner er deyð í Boston í USA eftir drúgva sjúkralegu. Hon var 88 ára gomul.

Jelena Bonner var gift við Andrej Sakharov, og tey bæði vóru millum teir ídnastu samfelagsrevsararnar í gamla Sovjetsamveldinum. Sakharov doyði í 1989.

Jelena Bonner varð fleiri ferðir heiðrað fyri sítt stríð fyri mannarættindunum. Eitt nú fekk hon Robert Schumann-heiðursteknið frá Evropatinginum í 2001.