Jenis av Rana: Feilurin er fult og heilt okkara

Tað er ikki valnevndin, men vit í Miðflokkinum eiga ábyrgdina av, at nøvn mangla á atkvøðuseðlinum

Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, eftir at tað í dag kom fram, at fimm nøvn hjá valevnum hjá Miðflokkinum ikki standa á valseðlinum.

– Tað er ein menniskjansligur feilur hjá okkum. Viðkomandi, sum hevur latið listan inn til valnevndina helt, at 11 nøvn skuldu vera á listanum. Eg veit ikki hví, at hann helt tað, tí har skuldu vera 16 nøvn. Men har er einki at gera, sigur Jenis av Rana, sum heldur hetta vera sera óheppið.

 

– Tú vart tann fyrsti, sum ringdi og spurdi, hvussu nógv nøvn vóru á listanum, og tá segði eg, at tað vóru 16 av teimum 17, sum stillaðu upp til løgtingsvalið, sigur Jenis av Rana.

 

Hóast listin varð kunngjørdur í Sosialinum og á netinum í síðstu viku, so er tað ikki fyrr enn í dag, at tey í Miðflokkinum varnaðust feilin.

 

Tað margháttliga er, at Vilhelm Hendrik í Skálanum umboðaði Miðflokkinum í Tinggáttini í sjónvarpinum í gjárkvøldið – uttan at vita, at hann als ikki er uppstillaður.