Jenis av Rana fer heim

- Tíverri vænti eg ikki, at eg teir komandi dagarnar megni at røkja viðtaluna til fulnar, og havi eg boðað fakfelag mínum frá hesum, sigur løgtingslimurin

Soleiðis sigur Jenis av Rana, løgtingslimur, nú fútin hevur sent út tíðindaskriv, har sagt verður, at “der kan forventes rejst tiltale mod Jenis av Rana” ved Færøernes ret.


Nú fútin hevur sent út tíðindaskriv, har sagt verður, at “der kan forventes rejst tiltale mod Jenis av Rana” ved Færøernes ret, hevur læknin og løgtingslimurin sent eina viðmerking út til miðlarnar.

Í brævið sínum sigur Jenis av Rana, at:

- Talan er um fyrsta samband fútans við meg, síðani málið byrjaði fyri skjótt tveimum árum síðani. Tá varð eg av fjølmiðlum og øðrum, millum annað skuldsettur fyri at hava brotið tagnar- og fráboðanarskylduna til barnaverndina.

Jenis av Rana sigur, at hann í brævið til miðlarnar í okt. 2006 skrivaði,

at:

... tagnarskyldan er ikki brotin av mær.

... fráboðanarskyldan er ikki brotin av mær.

... onnur atlit og áhugamál eru ikki tikin framum atlitini til sjúklingar í viðtalu mínari.

- Av fráboðan fútans sæst, at skuldsetingini um, at eg skal hava brotið tagnarskylduna, er slept. Hetta er at gleðast um.

Tó sigur løgtingslimurin, at ákærumyndugleikin nú ætlar, at Føroya rættur skal døma hann, tí hann ikki hevur boða frá kunnleika sínum til misnýtslu av einum sjúklingi.

- Lat meg enn einaferð vissa teg um, at eg ongan slíka vitan havi havt. Um so var, hevði eg ikki drálað við at boða frá hesum, ikki bert tí tað hevði verið lógar-, men eisini moralska skylda mín, sigur Jenis av Rana, og vísir á, at eftir hansara sannføring, verður Føroya rættur sostatt biðin døma seg fyri eina vitan, sum hann ikki hevur havt.

Og hann greiðir frá, at hin 28. juni kom sami rættur annars til ta niðurstøðu, at hendan misnýtsla ongantíð var framd. Hann sigur, at aftanfyri dómin lógu mánaðarlangar kanningar og avhoyringar, og at til sammetingar tekur ein vanlig læknaviðtala millum 10 og 30 minuttir.

- Rætturin fríkendi ákærda fyri ta misnýtslu, sum eg nú verið sagdur hava havt kunnleika til, sigur Jenis av Rana.

- Tíverri vænti eg ikki, at eg teir komandi dagarnar megni at røkja viðtaluna til fulnar, og havi eg boðað fakfelag mínum frá hesum. Vóni tit bera yvir við mær - og at tit biðja fyri okkum, sigur løgtingslimurin at enda.