Jenis av Rana grøðir fíggjarlógina 2010

Í Sosialinum mikudag 17.11 er ein grein um lækna, floksformann og umboð fyri Miðflokkin á Føroya Løgtingi, Jenis av Rana, har hann sigur seg at hava prógvað, at Gud er til.

Lata vit Guð fáa frið hesaferð, kunnu vit viðgerða restina av greinini og hennara implikatiónir.
Viðvíkjandi evninum er hann citeraður fyri at siga, at »Eg hugsi ofta um, hvussu nógv tað kundi spart samfelagnum, um vit púra sluppu undan heilivági. Hugsa tær, hvussu nógv vit kundu spart á fíggjarlógini.«
Frá hesum citati og restini av greinini er púra greitt, at Jenis av Rana heldur, at øll sjúka kann lekjast við bøn og at øll líðing kann avhjálpast við at heita á Gud, um at gera tað fyri okkum.
Jenis av Rana er alment settur lækni við ábyrgd fyri heilsuni hjá sínum patientum. Hesa ábyrgd skal hann røkja eftir besta yvirbevísningi og eg ivist onga løtu í, at hann ger júst tað. Trupulleikin uppstendur, tá hansara yvirbevísningur ikki samsvarar við veruleikan, sum vit kenna hann.
Jenis av Rana VEIT, at Gud kann grøða hansara sjúklingar, bara hann sleppur at biða fyri teimum. Er hetta hansara uppfatan av læknagerninginum, og hevur hetta ávirkan á hansara virki sum lækni, eigur tað at fáa alarmklokkurnar at ringja, bæði hjá hansara patientum og ikki minst avvarðandi eftirliti. Vandi kann vera fyri, at hann fylgir síni bestu sannføring og ordinerar bøn í staðin fyri heilivág, og kann gera óbótaligan skaða á tey, hann hevur ábyrgd av.
Út frá pástandinum hjá Jenisi, um at Gud er til og aktivt grøðir sjúk, um vit bara biða fyri teimum, kunnu vit seta fylgjandi spurningar:
Útskrivar Jenis minni heilivág enn aðrir læknar?
Eru tey, sum hava Jenis sum kommunulækna, betri fyri enn onnur?
Fáa patientar hjá Jenisi av Rana eina ørðvísi viðgerð, enn aðrir sjúklingar í Føroyum?
Eg meti ikki, at tað er ikki í lagi, at Jenis av Rana blandar læknagerningin og religiøsa upplýsing saman. Og slett ikki tá talan ofta er um menniskju, sum eru í dýrastu neyð og tí góðtaka alt teirra lækni sigur. Tá læknin so stendur við avgerðini millum lív og deyða hjá patientinum og spyr um teir skulu biða saman, eru tað nokk ikki nógvir patientar, sum hava yvirskot at nokta.
Jenis av Rana er settur av tí almenna at vera lækni og ikki religiøsur vegleiðari, eins og fólk vanliga fara til lækna at fáa læknaliga hjálp og í kirkju ella samkomu at fáa andaliga hjálp.
Hevur Jenis rætt í sínum pástandi, haldi eg at tað almenna skal taka avleiðingarnar beinanvegin, seta eitt lið av trúgvandi at biða fyri teimum sjúku og niðurlegga allar sjúkuviðgerðandi partar av heilsuverkinum.
Trupulleikin hjá Løgmanni at fáa fíggjarlógina 2010 at ganga upp, er tá loystur.