Samgongan er rúkandi ósamd um ætlanina hjá Høgna Hoydal at banna allari hernaðarligari flúgving í føroyskum loftrúmi.
Fyrr í vikuni kunngjørdi Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, í Kringvarpinum, at hann ætlar at seta forboð fyri allari hernaðarligari flúgving í føroyskum loftrúmi.
Hendan ætlanin er serliga vend í móti amerikanarum, tí illgruni er um at teir brúka okkara loftrúm til at flyta fangar til píningar í fongslum ymsastaðni í heiminum.
Men hesum fer Miðflokkurin undir ongum umstøðum at taka undir við.
- Hetta er ikki viðgjørt í samgonguni og hetta hevur neyvan heldur undirtøku í samgonguni, so í hesum føri tosar Høgni Hoydal einans fyri seg sjálvan, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.
- Vit fara undir ongum umstøðum at nokta amerikanarum at brúka okkara loftrúm, tí tað hevði verið ein gráin tøkk at givið teimum afturfyri tað megnar arbeiði teir gera fyri at verja frælsi og fólkaræðið runt um í heiminum.
- Tað, sum amerikanarar gera runt um í heiminum, hevur helst bjargað okkum undan mongum bølmennum og tað verður ikki Miðflokkurim, sum fer at forða teimum í at útinna teirra verk, soleiðis sum teir halda vera frægast at útinna tað
Umframt at vera formaður í Miðflokkinum, er Jenis av Rana eisini formaður í uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum.
Og hann sigur, at skal forboð setast amerikanarum at brúka okkara loftrúm, skal tað fyri í uttanlandsnevndini og væntar hann ikki, at Høgni Hoydal fær undirtøku fyri tí.
Men skuldi tað hent, at meirilutin í uttanlandsnevndini tekur undir við tí, fer Miðflokkurin at leggja málið fyri Løgtingið og har væntar hann í øllum førum ikki, at meiriluti er fyri at banna hernaðarligari flúgving yvir Føroyum.
Annars er málið ikki viðgjørt í samgonguni og tí veit Jenis av Rana ikki, hvørja støðu meirilutin í samgonguni hevur og í øllum førum fer Miðflokkurin ikki at góðtaka tað.
Propaganda
Jenis av Rana trýr ikki einum orði av teimum skuldsetingum, sum er settar fram ímóti amerikanarum um at teir pína fangar.
Hann sigur, at hetta er propaganda frá sokallaðum humanistum og frá Islam og tey í Miðflokkinum hava fult álit á stríðið hjá amerikanarum fyri at verja fólkaræðið og frælsið runt um í heiminum, eisini okkara vegna.
Hann tekur ikki undir við, at tað skal vera loyvt at pína fangar.
- Men eg trúgvi rætt og slætt ikki upp á, at amerikanarar pína sínar fangar.
Hinvegin ásannar hann eisini, at talan er um yvirgangskroppar og hann ivast ikki í, at viðhvørt er neyðugt at brúka “serligar metodur” fyri at fáa upplýsingar frá slíkum fólkum.
Hann vil tó onki siga um, hvat liggur í orðunum “serligar metodur” og hann vil heldur ikki siga, hvar markið gongur. Hann endurtekur kortini, at hetta er ikki tað sama sum at heimiðla píning, tí tað ger hann ikki.
Áhugavert at sagt nei
Annars vísir Jenis av Rana á, at tað er onki, sum eitur føroyskt loftrúm, tí tað er danskt málsøki so helst gera okkara meining hvørki til ella frá.
- Útfrá hesum hevði tað verið áhugavert at banna hernaðarligum flutningi yvir Føroyum, tí helst hevði tað hvørki gjørt til ella frá, men hin vegin hevði tað skorið okkara ófrælsi støðu út í papp, heldur Jenis av Rana.