Jenis av Rana fer ikki at taka nøkur stig mótvegis Kringvarpinum í sambandi við málið um loyniligu upptøkurnar í sambandi við vitjanina hjá kinesiska sendimanninum í Føroyum.
Har hevur Kringvarpið nakrar upptøkur, sum tey fingu, tí at Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, gloymdi at sløkkja eina mikrofon í eini samrøðu hann hevði við Herálv Joensen, aðalstjóra.
Hóast Kringvarpið fekk fútabann fyri at brúka upptøkurnar, hava aðrir miðlar endurgivið tað, tey siga er burtur úr upptøkunum. Og tað fekk Johan Eli Poulsen, tingmann fyri Fólkaflokkin at spyrja Jenis av Rana um hann ætlaði at gera nakað við tað.
– At almenna kringvarpið soleiðis avlurtar trúnaðar samrøður og almannakunnger tær, er landi og fólki til bága, tí tað kann seta landið í ringt ljós og seta stór virðir í váða, heldur løgtingsmaðurin.
Tí spyr hann Jenis av Rana um hann ætlar áleggja kringvarpsstjóranum at kanna, hvør hevur likið út upptøkuna.
Jenis av Rana sigur, at Kringvarpið er óheft av politisku skipanini, og tað einasta, hann hevur við tað at gera, er at velja sjey limir í stýrið fyri Kringvarpið.
– Eitt og hvørt inntriv ið eg, sum landsstýrismaður, kundi gjørt í hesum sambandi, hevði sostatt ikki verið sambæriligt við skipanina, ið Føroya Løgting hevur samtykt fyri stovnin, sigur Jenis av Rana.
Hann sigur, at stýrið er ovasta leiðslan á stovninum, og saman við stjóranum hevur tað ábyrgdina av at lógin verður hildin. Tað er eisini stýrið sum setir kringvarpsstjóran, og sum kann loysa hann úr starvið.
– Landsstýrismaðurin hevur tí onga heimild at geva stjóranum í Kringvarpi Føroya tænastuboð um at seta nakra kanning í verk, sigur Jenis av Rana.
Hann sigur, at sostatt stendur tað til stýrið og stjóran at meta um, antin nakað óregluligt er farið fram, og um nakað skal kannast.
Men hann sigur eisini, at er nakað óregluligt farið fram, eru reglur í revsilógini og í lógini um fjølmiðlaábyrgd um slík viðurskifti, og í síðsta enda er tað sostatt dómsvaldið, ið tekur støðu til møguligar avleiðingar.
– Sum landsstýrismaður, ið varðar av Kringvarpi Føroya, eigi eg at kunna líta á, at stjórin fyri Kringvarp Føroya, stýrið fyri Kringvarp Føroya, Fjølmiðlanevndin, løgreglan og ákæruvaldið, røkja tær skyldur, tey eru sett til at røkja.
– Svíkja hesi uppgávu sína, havi eg møguleika fyri at gera broytingar í stýrinum, um eg meti, at tað kann bøta um skaðan, sigur Jenis av Rana.