– Jenis av Rana har det med Bibelen, som en imam i Iran har det med Koranen. I det hele taget har de to forbløffende meget til fælles, og det skulle de begge to nok lige tænke over – men det gør de sikkert ikke.
Soleiðis skrivar danska blaðið Ekstra Bladet, sum á hvørjum ári útnevnir ein nýggjárstosk, og sum hesaferð hevur Jens av Rana sum eitt uppskot, sum lesarar kunnu atkvøða fyri.
Nýggjárstoskurin er ein persónur, sum hevur gjørt okkurt býtt í árinum, sum hann skal hava nýggjárstoskin fyri.
Tann fyrsta grundgevingin hjá Ekstra Bladet er sum vera man søgan um føroyska politikarar, sum í fólkatingsvalstríðnum kunngjørdi í útvarpinum hjá Kringvarpinum, at hann ikki fór at peika á Søren Pape Poulsen úr Konservativa flokkinum í Danmark sum forsætisráðharra – tí at hann er samkyndur.
– Tað at liga sum sonevndur »homoseksuellur« er í stríð við ta grundlóg, sum er persónliga havi, og sum flokkurin mín eisini hevur, og sum eg haldi, at Føroyar eisini hava, segði Jenis av Rana við útvarpið.
Hendan søgan fekk sum vera man bein at ganga á í donskum fjølmiðlum.
Ekstra Bladet nevnir eisini søguna um Jenis, sum ikki vildi sita til borðs við Jóhonnu Sigurðardóttir, forsætisráðfrú Ísland, sum var á vitjan í Føroyum, tí hon var samkynd.
##med2##