Tað sigur Bárður Nielsen, løgmaður, í samrøðu við FM1 nú á middegi.
– Tað stendur í samgonguskjalinum, at vit skulu arbeiða fram ímóti at stovna eina sendistovu í Ísrael. Tað er tilvitað, at tað stendur »Ísrael« og ikki annaðhvørt »Jersualem« ella »Tel Aviv«. Eg vil bara siga víðari, at hetta málið er ikki viðgjørt í landsstýrinum ella í samgonguni sum so, og tí kann man siga, at støða er ikki tikin til, hvar tann sendistovan skal vera, sigur løgmaður í samrøðu við FM1 nú á middegi.
Løgmaður sigur víðari, at spurningurin um at seta pengar av á fíggjarlógini fyri næsta ár til eina sendistovu í Jerusalem er als ikki politiskt viðgjørdur yvirhøvur.
Málið hevur fingið mikla umrøðu í donskum miðlum, síðan samrøðuna í Politiken við Jenis av Rana, har hann sigur, at Føroyar fara at stovna sendistovu í Jerusalem og at Føroyar fara at viðurkenna Jerusalem sum høvuðstað í Ísrael. Jenis av Rana sigur í samrøðuni, at Mette Frederiksen nú kann vísa í verki, at hon meinti tað, tá hon segði, at Føroyar skulu hava størri rásarúm í ríkisfelagsskapinum.
Men sambært tí sum løgmaður sigur, so standa hvørki hann ella landsstýrið ella samgongan aftan fyri orðini hjá Jenis av Rana.
Løgmaður sigur við FM1, at nógvir miðlar fregnast hjá honum um júst hetta málið, og tí hevur hann í morgun tosað við Jenis av Rana um málið. Teir fara at viðgera tað skjótt. Í løtuni er Jenis av Rana burturstaddur, og í næstu viku verður løgmaður burturstaddur, so fundurin teirra millum verður eftir tað, og so fara teir at taka støðu til spurningin tá.