– Kom og bygg SALT liðugt. Jú, púra rætt, eg var ikki fyri at fara undir projektið, men nú tað er um at verða liðugt, komið í burðarliðin, mugu vit, fólksins kosnu, taka hendur saman og fáa verkið fullfíggjað. Alt annað er skomm!
Tað sigur Jenis av Rana, løgtingsmaður úr Miðflokkinum.
Hann spyr, um tað er nakað nýtt, at eitt byggjarí verður ov dýrt.
– Jamen er tað ein nýggjheit í hesum døgum? Tað frættist, at A.P. Møller fonden hevur tikið fylgjurnar av tí, somuleiðis partar av Tvøroyrar Býráð. Eg haldi, at Løgtingið eigur at fylgja teimum og játta samsvarandi upphædd, sigur tingmaðurin
Hann vísir á, at sum er stendur hesin vala bygningur tómur og bíðar eftir, at síðstu hendur verða lagdar á, áðrenn lív aftur fyllir lonirnar.
– Sum er bløðir oyggin, virksemi í søguligu bygningunum kann vónandi verða við til at menna hana aftur, sigur Jenis av Rana.