POENGIÐ hjá Jenisi var og er, at landsstýrið, við at binda fyri landskassan og leggja sektina á, at stórur partur av samfelagnum koyrir út av tromini, í veruleikanum hevur sett fót fyri sær sjálvum og øllum tosi um sjálvstýri ella fullveldi. Tingmaðurin gjørdi sum eisini rætt er vart við tað høpisleysa í fíggjarpolitikk-inum, sum hevur til endamál at fylla kassan upp til komandi fullveldi, líka mikið, hvussu so sjúkrahúsverk, almannaverk, strandferðsla og aðrir týðandi almennir stovnar klára seg og sínar uppgávur.
FORMAÐUR Tjóðveldisfloksins sigur, at varni fíggjarpolitikkur hevur ikki nakað beinleiðis við fullveldið at gera. Tí eru vit ikki samdir í. At seta allar kreftir inn uppá at spara og spinka til fullveldið hevur sjálvandi við sær, at verandi almennir stovnar so sum sjúkrahúsverkið, ið longu eru niðurpíndir, ongantíð koma at liva upp til tað, sum vit annars fegin lata okkara skattapengar til. Nakað annað er, og eingin er ósamdur við landsstýrið um, at tað er rætt at leggja upp fyri til verri tíðir og leggja seg eftir at hava eitt yvirskot. Men tað órímuliga í hesum er, at henda kúvendingin í fíggjarpolitikkinum gongur alt ov skjótt fyri seg. Og grundin til at hon skal gera tað, er fullveldið. Her koma við til kjarnan: at tingini ganga alt ov skjótt, og at samfelagshjólini bráddliga skulu mæla í eini ferð, sum passar inn í fullveldispolitikkin hjá Tjóðveldisflokkinum.
ANTIN tú velur størri sjálvstýri ella fullveldi her og nú, so hevur eingin politiskur flokkur loyvi til at neyðtaka eitt samfelag á slíkan hátt, sum eisini fyrrverandi løgmaður Atli Dam viðmerkti í blaðnum herfyri. Stórar og kollveltandi samfelagsbroytingar sum hesar mugu hava sína tíð. Fólkið má sleppa at sodna tær og umhugsa tær. Øll lið í samfelagnum mugu sleppa at geara seg inn til nýggju tíðina. Og hetta kann rætt og slætt ikki lata seg gera við rakettferð. Tað má ein skipað og stigvís gongd til skal hetta kunna hava við sær minst møguligt av negativum árinum. Tað er hetta, sum nú er við at ganga upp fyri fólkafloksfólki og ikki minst sjálvstýrisfólki, tað fer at merkja landsfund Sjálvstýrisfloksins. Ein flokkur, sum altíð hevur vilja verið ímyndin av stig fyri stig politikki og sum hevur viljað farið hóvliga fram lat seg neyðtaka av Tjóðveldisrisanum. Ella rættari - ávís sjálvstýrisfólk hava lagt kropp til hesa neyðtøku - ikki baklandið - ikki grasrøturnar, sum nú tala harðliga at. Eitt nú í blaðnum í dag. Aftur til stig fyri stig politikkin hoyrast herrópini frá tí unga ættarliðnum av sjálvstýrisfólki. Spurningurin er bara um tíð til at hetta eisini fer at hoyrast frá fólkafloksfólki um alt landið. Formaður teirra hevur latið seg draga so langt út á djúpt vatn av Tjóðveldisflokkinum, at hann nú hevur ilt við at fóta sær aftur. Vendingar sum breið semja, lad os nu se ol. hava nú í langa tíð dult og fjalt, hvat løgmaður og formaður Fólkafloksins veruliga vil. Men hann veit innast inni, hvat hansara bakland vil, og tað er stig fyri stig sjálvstýri. Nakað, sum eisini Javnaðarflokkurin ynskir og vil.