Jens Dam: Skipari og seglmakari

Jens Dam er eitt ísýniligt navn í gamla kirkjugarði. Hann hevur ein stein við klárari innskrift. Tað er tó ikki so nógv, sum vit vita um Jens, uttan at hann var skipari og seglmakari. Men ein yrking bjargar søguni

Jens var av Damættini, sum er stór í Havn og um landið. Pápin var Johan Henrich Dam f. umleið 1805 á Oyrareingjum. Hann var uppsitari í Hoyvík og doyði í 1884. Mamman var Jo­­hanne Frederikke f. Reinert í Kaldbak í 1815. Hon doyði í 1868 í Kaldbak. Tey bæði giftust í 1838 í Havn. Jens varð føddur í 1844.

Jens giftist í 1873 við Onnu Katrinu Olevinu Jacob­sen, f. 1852 í Havn. Eitt av teirra børnum er Andrea Nicolina, f. 1878, sum giftist við Magnus á Kamarinum. Ein sonur teirra var Jens Dam Jacob­sen. Tá ið abbin var deyður, skrivaði Jens so­­ljóðandi yrking um abban í Dimmalætting:

 

Til áminningar um Jens Andreas Christian Splid Dam, fyrrverandi skip­ara, ið andaðist

13. oktober 1932

 

Dapur skýggj seg legði yvir tey,

ið innandura sótu,

tøgn bert tøgn har ráddi inni,

neyðar mann’børn stillisliga grótu,

deyðans eingil komin var

heim at taka troyttan mann -

fagurt fekk hann aftursvar

tøkk, o Gud, tú til mín fann.

 

Minni nógv vit eiga eftir tær, ið nú er farin frá.

Vetrar- eins og summarkvøld, tá á

beinkinum tú lá.

Mangar vórðu ferðir strangar

yvir havið heystardag,

har tit hittu fjaldar drangar,

bylgjan fyri bógvi vað.

 

Mangan ringan undir landi,

meðan suðið anda dró,

hav og himmal alt í einum

brotið skipið sundursló.

Allir mans í bátar niður.

Deyðin er so tætt her hjá,

neyðarróp øll, stormur tigur.

Nær, so nær kenst stundin tá.

 

Álitið tú hevur altíð, tá tú

sigldi havi á,

á tann Gud, ið øllum ræður,

hann ið tíðum til tín sá.

Ikki bert tá lív umráddi

týddi tú til hansar’ orð.

Bønin altíð til hann náddi,

áðrenn verkið fór í sor.

 

Tá ið vandi var í hondum,

neyðin tóktist størst,

funnu mong til tína gátt, hjálp

tú gav – og hon var føst.

Eingin aftur fór avstað

uttan væl av ráðum fróur.

Soleiðis gekkst – og mangan dag

breyt tú nýggjar stjørnuslóðir.

 

Reystir synir føddir eru her á hesum fjallalandi, mangir hvíla undir torvu, spáka

fram við hvítum sandi.

Teirra millum manst tú vera,

arbeiðsstríðið fell tær lætt:

Andróð’rstøk teg mundu herða, kósin, hon var altíð rætt.

 

Aldri lætst tú blinda røðu spilla

tí, tú royndi móti,

opin panna var títt merki,

viljin sterkur eins og grótið.

Ein so hugsar best í eystur,

annar ynski ber í vestur,

slíkt var fjart í tínum huga,

tí tú lætst Várharra ráða.

 

Støðugt stríð er lívið her, alt frá byrjan og til enda.

Men tín leið var klár og greið,

har á lív’ tú kundi lenda.

Nú í frið tú hvílir kvirt,

navnið títt vit aldri gloyma.

roynt eg havi her at yrkt,

minnið eitt vit eftir goyma.

 

Friður yvir navni títt

sov nú abbi, har er frítt,

har tín sál sín anda dregur,

meðan summar burtur svevur

 

Henda vakra yrking gevur ábending um ein megn­armann, sum hevur havt síni avrik á sjónum. Hann var sum nógvir havnarmenn eisini traðarmaður og eisini lagt inn trøðna, har abba­sonurin Jens nú býr.

 

Sonurin tók ein trolara

Jens og Nicolina áttu fýra børn umframt Nicolinu. Jens búði á Tvøroyri og var blaðstjóri á Føroyatíðindi. Anna giftist við fyrsta barberinum í Føroyum, dana­num Anthony Nielsen, sum búsettist í Konrads­brekku. Jóhanna var ógift. Ein sonur var Johan Dam. Tá ið hann og konan Han­sina høvdu silvurbrúð­leyp í 1938 stóð í Dimmalætting ein grein um tey bæði. Vit fara at endurgeva brot úr hesi greinini, sum gevur ábendingar um, at Johan eisini hevur verið ein úrmælingur:

Johan M. Dam fekk á ungum árum aldri pláss á fútakantórinum, har hann hevur virkað mestan partin av ævi síni. Áðrenn hann kom hagar, hevði hann í fleiri ár tikið lut í útróðri og vandist upp av so góðum og gitnum sjómonnum sum brøðrunum Christian og Johan Christ­iansen (í Dali) og faðiri sín­um Jens Dam. Meðan hann var á fúta­kan­tórinum tók hann naviga­tiónina, og ein vetur virkaði hann sum naviga­­tiónslærari. Hann hevur havt mong álitisstørv, t.d. verið for­maður í Tórs­havnar valstýri, felagsskrivari í Føroya Skipara og Naviga­tørfelag, limur av líkningar­nevndini, skattmeistari fyri hospitalið og so framvegis. Frá 1912-1915 var hann limur av løg­tinginum, vald­ur av sam­bands­flokkinum fyri Suðurstreymoy.

Í 1924, meðan hann var sýslumaður í Vágum, gjørdi hann eitt bragd, sum flest øll vilja minnast.

Hann hevði fingið boð um, at tríggir trolarar lógu inni undir Sørvágsbjørgum. Hann var kvikur at manna bát og legði at tí eina trol­aranum, men mann­skapið við skiparanum á odda forðaði honum at koma upp á dekkið. Vápnaleysur sum hann var, eins og teir ið við honum vóru, kundi her einki gerast, men tó eydn­að­ist honum at fáa nummarið á øllum skipunum. Dagin eftir frættist, at tveir av hesum somu trolarum lógu á Miðvági.

Harra Dam var skjótur avstað og legði at skipunum við tveimum bátum. Sjálvur kom hann sær upp á trolara­dekkið í evstu stund, men hin bátsskipanin var skumpað í land av tí eina trolaraskiparnum, sum skundisliga slapp sær avstað. Hinum trolaranum tók hann ræði á og førdi hann sjálvur til Havnar, har skiparin fekk eina bót uppá kr. 1.500 til statskassan og kr. 100 til amtsfátækra­kassan, umframt at hann misti veiðuna, allan reið­skap og mátti gjalda sakarkostnað.

At tað var eitt heppið bragd Johan M. Dam her avrikaði, vóru øll tey føroysku bløðini á einum máli um, og vit føroyingar hava alla grund til at minnast hesa hending, ið var orsøk til, at meira ferð og betri lag kom á sjóverjuna undir Føroyum.

Hansina Dam er kend sum ein sera røsk og dugn­alig húsmóður, ið sjáldsama væl hevur dugað at røkt sítt heim og síni børn. Hon hevur verið manni sínum ein hollur stuðul.

 

 

 

Næstu ferð:

Komandi partur verður um Jens í Dali, kendur skipari, reiðari og navigatións­skúlalærari